Betra um skurðdeildina

Karsten Hansen biður løgtingið játta pening til enn ein serlækna og nýggja millumvakt til skurðdepilin.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sent løgtinginum eina umbøn um eykajáttan til skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum.

 

Í viðmerkingunum til umbønina skrivar landsstýrismaðurin, at vaktbyrðan hjá serlæknunum hevur verið ov høg, men at heilsumálaráðið vil bøta um hetta.

 

Ein partur av játtanini skal nýtast at seta á stovn eina nýggja millumvakt, meinlík henni, sum er á medisinska deplinum. Millumvaktin er eitt vaktarlag av royndum hjálparlæknum, ið skal lætta um arbeiðsbyrðina hjá serlæknunum.

 

Eisini er ætlanin at seta ein serlækna í ortopedi aftur at í starv á skurðdeildini, soleiðis at tað framyvir vera fýra serlæknar í ortopedi á Landssjúkrahúsinum. Hetta metir heilsumálaráðið fer at gera viðurskiftini á skurðdeplinum munandi betri.