Betri banki: Eingin grund til panikk

Talan er betr um fyrivarni, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Betri banka

Betri samtakið hevur valt sum part av coronatilbúgving at seta herd átøk í verk, ið skulu fyribyrgja, at smittan fer at gera um seg á deildunum hjá samtakinum.

Eitt av átøkunum er, at deildir skulu býtast upp í smærri bólkar, umframt at summi starvsfólk, sum kunnu arbeiða heimanifrá, skulu gera tað.

– Vit hava eina skyldu sum peningastovnur at reka fyritøkuna víðari, um fyritøkan verður rakt av smittu. Tað vil siga, at verður ein smittaður í okkara fyritøku, skulu vit gera alt fyri, at tann persónurin ikki lammar tann partin av fyritøkuni, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Betri banka.

At summi starvsfólk arbeiða heimanifrá hevur við sær, at onnur starvsfólk kunnu arbeiða frá teirra arbeiðssessum, og soleiðis verða starvsfólkini meira spjadd út á tí plássinum, ið bankin hevur at ráða yvir.

Eisini eru starvsfólk, ið eru biðin um at arbeiða heimanifrá, eftir at tey hava verið uttanlands, sigur Jean Djurhuus. Talan er um allar ferðir til sokallað "gul" lond undantikið Danmark, men Jean Djurhuus leggur aftrat, tað verður so at siga viðgjørt frá tilburði til tilburð.

Danska uttanríkismálaráðið hevur á heimasíðuni bólkingar og tilmæli um coronavandan í londunum kring heim, og londini verða bólkað frá grøn og upp í reyð. Gul bólking merkir, at tú skalt vera varin, fert tú hagar at ferðast. Í løtuni eru øll lond, ið ikki eru reyð ella appelsingul bólkað sum gul.

– Vit fylgja í øllum førum tí, sum uttanríkisráðið kemur við. Men vit hava nakrar støður nú, har vit hava biðið nøkur starvsfólk, sum hava verið uttanlands, um at arbeiða heimanirfrá, um tað ber til.

– Tað er eingin grund til panikk. Tað merkir ikki tað, at fólk skulu isolerast. Hava tey brúk fyri at fara inn á arbeiðsplássið hjá sær, so gera tey tað, sigur Jean Djurhuus.

Talan er kortini ikki um nakran illgruna til coronasmittu millum starvsfólk hjá Betri samtakinum, sigur Jean Djurhuus og ger greitt, at peningastovnar hava eina skyldu yvir fyri fíggjareftirlitinum at greiða frá, hvussu teir verja seg móti ikki at verða ov hart raktir, skuldi smittan gjørt um seg á stovnunum.

Jean Djurhuus veit ikki at siga, hvussu leingi átøkini skulu vera galdandi, men sigur, at leiðslan á Betri banka fylgir við, hvat myndugleikarnir ráða til.

– Tað er absolutt eingin grund til panikk. Vit vilja bert tryggja okkum, at smittuketan rakar so fá sum møguligt, tí hetta er eitt stórt arbeiðspláss, sigur Jean Djurhuus.