Betri banki hevur í dag kunngjørt hálvsársroknskapin fyri 2020, og rokniskapurin vísir eitt úrslit á 7,3 mió. kr. eftir skatt.
Betri banki sigur, at úrslitið er ikki eins gott og upprunaliga væntað, og at ein av orsøkunum er, at bankin hevur sett 30 mió. kr. av til tap, sum kunnu væntast av koronufarsóttini.
Eisini ávirkaði farsóttin gongdina á virðisbrævamarknaðinum, soleiðis at bankin fyrra hálvár hevði eitt kurstap á 15,9 mió. kr.
- Alt samfelagið er ávirkað av koronufarsóttini, og vit eru einki undantak. Men vit reka eina trygga og sunna fyritøku, og vit eru bjartskygd um seinna hálvár, har vit vænta eina framgongd í mun til upprunaligu metingarnar, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Hóast koronasmittan hevur skapt óvissu kring allan heim, sigur Betri banki, at føroyskar vinnufyritøkur og føroyskir privatkundar sum heild hava tað gott í løtuni.
Enn er gongd í bústaðarmarknaðinum, og eftirspurningurin eftir fígging er framvegis stórur, sigur Betri banki.
Tey seinastu mongu árini er rentustøðið lækkað, og tað er bíligari hjá kundum at læna pening. 1. apríl í ár lækkaði útlánsrentan hjá Betri Banka til sethús úr 2,95% niður í 2,75%.
- Vit vilja gera okkara fyri, at koronafarsóttin ikki fær fastatøkur á føroyska búskapinum. Í løtuni sær tað bjartskygt út, men vit eru til reiðar at geva okkara kundum eina hond, um tørvur verður á tí, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Hálvárið í stuttum
- Hálvársúrslitið: 7,3 mió. kr.
- Úrslitið áðrenn skatt: 8,9 mió. kr.
- Fíggjarstøðan javnvigar við 9,8 mia. kr.
- Útlán: 6.311 mió. kr.
- Innlán: 7.814 mió. kr.
- Eginpeningur: 1,7 mia. kr.
- Solvensurin við hálvárið er 27,8%