Betri Banki lækkar renturnar

Eftir at fyrst Evropiski Miðbankin og síðani danski Tjóðbankin lækkaðu rentuna í gjár hevur Betri Banki nú eisini lækkað renturnar

Danski Tjóðbankin lækkaði í gjár leiðandi rentuna við 0,25% stigum.

 

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar renturnar.

 

Fyri privat- og vinnukundar lækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

 

Broytingarnar koma í gildi 1. juli 2025.

 

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur

 

##med2##

 

Jean Djurhuus, stjóri í Betri Banka