Betri Banki lækkar útlánsrenturnar

Eftir at bæði evropiski miðbankin, EBC, og nú eisini danski Tjóðbankin hava lækkað rentuna 0,25 prosentstig, ger Betri Banki tað sama

Hesum boðar bankin frá beint nú í tíðindaskriv:

 

– Fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna. Rentan lækkar við 0,25% stigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar, skrivar bankin.

– Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum. Innlánsrenturnar verða óbroyttar.

Broytingarnar koma í gildi 16. juli 2024.