Betri brúkaraverju

Javnaðarflokkurin fer at leggja fram lógaruppskot um marknaðarføring og brúkarakærunevnd. Endamálið er at verja vanliga brúkaran


 

Lógaruppskot


Brúkarin skal verjast í gerandisdegnum, sigur Javnaðarflokkurin, sum fer at leggja lógaruppskot um brúkarpolitikk fyri tingið.

Sum er hevur føroyski brúkarin onga trygd fyri, at tað hann keypir, er tað sama, sum hann heldur eg keypa. Eingin lóggáva er á økinum, sum tryggjar eitt nú vørulýsingar ella upplýsing, sum brúkarin kann halda seg til.

Tað einasta, vit í Føroyum hava av nøkrum, sum líkist, sigur Javnaðarflokkurin, er Kappingarráðið.

Men Kappingarráðið hevur ikki til endamáls at verja brúkaran. Tað skal tryggja javna og fría kapping. Og tað hevur vanliga bara verið útbjóðaranum til fyrimuns, vísir Hans Pauli Støm, løgtingsmaður, á. Taka vit veruligu handilskappingina í dag, stendur hon, tá tosað verður um dagliga matvøruhandilin, millum nakrar heilt fáar størri ketur.

Javnaðarflokkurin sigur í forðorðinum til uppskotini, sum fara at koma fyri tingið, at áhugamálini hjá brúkaranum eru sera illa vard í Føroyum. Eru trupulleikar, stendur brúkarin bæði ráðaleysur og verjuleysur.

Hetta tí, at í Føroyum finst als eingin almennur brúkarapolitikkur., Eingin brúkarakunning er, og eingin møguleiki hjá vanliga brúkaranum at leita sær hjálp, um einhvør trupulleiki vísir seg við vøru, hann hevur keypt.

Einasti møguleikin vanligi brúkarin hevur, er at fara í rættin, og tað er ikki tað fyrsta fólk hugsa um, sum til dømis hava keypt sær einar buksur ella eina vaskimaskinu, sum ikki svarar til tað, tey fingu upplýst frá keyparanum.

Javnaðarflokkurin hevur tikið avleiðingarnar av hesum, verður sagt í álitinum, sum flokkurin hevur gjørt, og fer nú at leggja fram hetta álit í tinginum saman við lógaruppskotunum um marknaðarføring og brúkarakærunevnd.

Álitið er væl gjøgnumarbeitt, varð sagt á tíðindfafundi, sum Javnaðarflokkurin helt í Havn mikumorgunin. Ein arbeiðsbólkur, settur av flokinum, hevur síðan í vár arbeitt við álitinum. Sum løgfrøðiliga ráðgeva hevur bólkurin havt Turið Debes Hentze, sum er væl inni í slíkum málum, varð sagt á tíðindafundinum.

Nú álitið og uppskotini eru liðug, verða tey send teimum, sum hugsast kunnu at hava áhuga í málinum, til viðgerðar, áðrenn uppskotini verða borin í tingið. Tað verður væntandi einaferð seinni í heyst, sigur Hans Pauli Strøm, tingmaður, sum vegna tingmanningina hevur sitið í arbeiðsbólkinum.

Ásannandi, at brúkarapolitikkur er almenn samfelagsuppgáva, sum hevur ligið á laní, hevur Javnaðarflokkurin gjørt av at taka málið upp, sigur Hans Pauli Strøm. Sum grundarlag undir fyyrireikingararbeiðinum hava lóggávur í grannalondunum verið nýttar.

Í áliti Javnaðarfloksins er reglugerð um brúkararáð og brúkarastovn, eins og kærustovnur eisini verður viðgjørdur.

Brúkarastovnurin skal vera skrivstova hjá Brúkaraumboðnum og Brúkarakærunevndini. Brúkaraumboðið veðrur samstundis stjóri á stovninum.