Betri Deildin 2019 er nú skipað

Nú er greitt hvør fær 14 heimadystir

FSF Varpið: Nú er greitt, hvussu spælast skal í Betri Deildini hjá monnum komandi kappingarár. AB, Skála, HB, NSÍ og B36 fáa 14 heimadystir, skrivar FSF.fo.

 

FSF Varpið sæst HER

 

Bartal Wardum, FM-vinnari við HB, og lærlingur í Betri Banka tók sær av lutakastinum, tá finnast skuldi fram til, hvussu Betri Deildin hjá monnum skal spælast komandi kappingarár. Fyrsta umfar er á skránni sunnudagin 10. mars 2019.

 

Tað er eitt lítið sindur av eini kabal, ið skal ganga upp, tá kappingin skal skipast, og tað er eisini ein avbjóðing, at tey tíggju liðini í fremstu deildini skulu spæla tríggjar ferðir móti hvør øðrum. Hetta hevur millum annað við sær, at fimm av liðunum fáa fjúrtan heimadystir, meðan hini liðini fáa trettan heimadystir.

 

Umframt at finna fram til, hvørji lið skulu spæla 14 ferðir á heimavølli, verður í sendingini eisini kunngjørt, hvussu liðini møtast í fyrsta umfari. Og tað er ikki frítt, at lagt verður fyri við onkrum braki – kanska serliga í Klaksvík.