Betri enn fíggjarlógin

Nú Jørgen Niclasen ber landsroknskapin í tingið, er roknskapurin 86 mió kr. betri enn fíggjarlógin

 

Landsroknskapurin fyri 2014 er liðugur, og Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur latið Løgtinginum landsroknskapin fyri 2014 áðrenn 1. juli, sambært § 45 í stýrisskipanarlógini.

 

Fíggjarmálaráðið skrivar á heimasíðu sínari, at úrslitið í 2014, áðrenn framflytingar av løgum, var eitt hall upp á 89 mió.kr. Tað er og er tað 175 mió kr. betri enn samtykta fíggjarlógin fyri 2014.  

 

Betraða úrslitið kemst serliga av, at rakstrarútreiðslurnar eru hildnar á sama stigi sum fíggjarlógin, samstundis sum inntøkurnar hava verið hægri.

 

Í 2014 var løgukarmurin á fíggjarlógini 282 mió.kr., og harumframt var heimilað at brúka 184 mió.kr. av ónýttum løgujáttanum frá gomlum árum.  Í 2014 vóru 360 mió.kr. brúktar til løgur, og er saldan nú 107 mió.kr. á ónýttum løgujáttanum frá gomlum árum, sum eru framfluttar til 2015.

 

Sostatt er samlaða úrslitið landskassans fyri 2014 eitt hall upp á 254 mió.kr., sum eru 86 mió.kr. betri enn fíggjarlógin 2014 við framfluttum løgujáttanum.

 

- Eg eri væl nøgdur við úrslitið. Gongdin higartil í ár bendur á, at vit eisini fáa betri úrslit í 2015.  Við hesari gongd er tað sannlíkt, at vit kunnu fáa avlop í 2016” sigur Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharri í tíðindaskrivi, sum er sent út í hesum sambandi.