- Betri enn vit høvdu torað at vóna

- Nú Grannakaffi-bússurnar eru upptaldar eru útvið hálv millión kr. komnar inn.


Tað skrivar Krabbameinsfelagið frá á teirra heimasíðu, nú Grannakaffi 2016 er farið aftur um bak.


Jákup N. Olsen, nevndarformaður í Krabbameinsfelagnum, fegnast yvir góðu undirtøkuna.


- Úrslitið í ár er betri enn vit høvdu torað at vóna, tí tað er ofta torført at endurtaka eitt tiltak, sum hepnaðist so væl sum í fjør. Flotta úrslitið er enn ein staðfesting av, at um ein lyftir í felag fær ein tey bestu úrslitini, sigur Jákup N. Olsen.


Tað er annað árið á rað, at Krabbameinsfelagið hevur skipað fyri tiltakinum, har fólk, virkir, stovnar og onnur bjóða vinum, grannum, familju og kenningum til kaffi og upplýsing um krabbamein.


Eini 80 tiltøk vóru um alt landið, og serligt í ár var, at tað ikki vóru so nógvir einstaklingar, ið bjóðaðu til Grannakaffi, men heldur vóru tað heilar bygdir, grannaløg og feløg, ið skipaðu fyri tiltakinum.


Nevndarformaðurin leggur eisini dent á, at tey í felagnum er takksom fyri stuðulin.


- Vit eru ovurfegin og eyðmjúk um ta stóru vælvild, ið vertirnir og teirra gestir vísa felagnum og vit seta stóran prís uppá øll, sum á henda hátt hjálpa okkum at varpa ljós á krabbamein, sigur Jákup N. Olsen.