Betri hevur kanska ikki lurtað eftir

- Antin hava teir ikki lurtað eftir, ella so passar tað, sum teir gera inn í komandi lóggávu, sigur Poul Michelsen.

 

Poul Michelsen ynskir ein annan bygnað av Betri samtakinum, so at tað almenna kann hava betri eftirlit við stovninum.

- Eg havi ilt við at síggja, at tað, sum vit hava fráboðað teimum, er tikið hædd fyri í nýggju konstruktiónini, sigur Poul Michelsen um leiðsluna í Betri-samtakinum.

 

Hann váttar, at ynski hjá tí almenna er at hava betri eftirlit við tí virkseminum hjá Betri. Í komandi viku verður nýggja lógaruppskotið hjá Poul Michelsen um ognarskap í feløgum liðugt.

 

- Antin hava teir ikki lurtað eftir, ella so passar tað, sum teir gera inn í komandi lóggávu, sigur Poul Michelsen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra, hvat Poul Michelsen ætlar sær at gera nú.

 

Bygnaðurin í Føroya størsta fíggingarsamtakið er broyttur og samtakið hevur fingið nýggjan samleika, hóast leiðslan í Betri er kunnað um, at eitt nýtt lógaruppskot er á veg.

 

Væntandi vart, at bygnaðurin helst fór at vera eitt sindur øðrvísi, enn tað sum kunngjørt var í gjár.

 

Orsøkin til at væntast kundi størri skilnaður millum fyritøkurnar undir TF samtakinum er, at Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur gjørt púra greitt yvirfyri Føroya fólki og TF Holding, at landsstýrið fer at koma við einum lógaruppskotið um nakrar vikur, sum ger tað ólógligt at hava ta konstruktión, sum TF samtakið hevur havt.

 

Men TF samtakið – nú Betri samtakið – boðaði frá, at Súni Schwartz ikki longur bert verður stjóri í móðurfelagnum og einum felag undir samtakinum – hann verður forstjóri í móðurfelagnum og trimum av fýra feløgunum undir bankanum.

 

Hann er sostatt í dag konsernstjóri, hann er tryggingarstjóri, bankastjóri og pensjónsstjóri – og í fjóðra felagnum undir Betri samtakinum,  BetriHeim  har er hann nevndarformaður.

 

- Eg kann bara siga, at eg havi sjálvur borið Súna Schwartz Jacobsen uppskotið, sum eg ætli mær at leggja fram. So hann veit, hvat landsstýrið vil hava. Um hetta er ein máti at gera í móti okkara vilja, so mugu vit bara broyta bygnaðin aftur, segði Poul Michelsen við in.fo í gjár.