Betri hevur valt Lars Løkke í nevndina

Í dag hevur Betri havt aðalfund, og trý fólk stóðu fyri vali. Tey vóru forkvinnan Aslaug Gisladóttir og nevndarlimirnir Ragnar Joensen og Karl Birgir Isaksen.

Karl Birgir Isaksen hevði boðað frá, at hann tók ikki við afturvali, og í hansara stað var Lars Løkke Rasmussen valdur, skrivar dimma.fo.

Lars Løkke Rasmussen fegnast á Twitter um heiðurin at koma í nevdina hjá P/F Betri:

»Blev tidligere i aften indvalgt i bestyrelsen for Betri p/f, der er holdingselskab for Færøernes største bank, pensionsselskab og forsikringsselskab. Er stolt over på den måde at komme endnu tættere på det færøske samfund, som jeg holder så meget af.«

Í nevndini sótu:

Aslaug Gisladóttir var forkvinna

Gunn Danielsen næstforkvinna

Karl Birgir Isaksen

Ragnar Joensen

Petur Elias Nielsen

Mortan Simonsen

Starvsfólkumboð vóru:
Annika Thomsen

Helgi Nielsen

Sverri Justinussen

 

Í nevndini sita nú:

Aslaug Gisladóttir

Gunn Danielsen

Ragnar Joensen

Petur Elias Nielsen

Mortan Simonsen

Lars Løkke Rasmussen

 

Starvsfólkaumboðini eru:

Sverri Justinussen

Sonni L. Petersen

Tummas Pauli Djurholm