Í gjár seinnapart eydnaðist at fáa nýggja fiskiveiðiavtalu upp á pláss við russar.
Samráðingarnar endaðu annars úrslitaleysar í november, tá ein russisk sendinevnd var í Føroyum og tingaðist. Tað var um tað mundi, tá Skálaberg júst varð tikin, og hetta ávirkaði eisini samráðingarnar nakað.
Hesaferð vórðu samráðingarnar hildnar í Keypmannahavn, og tær gingu sum skilst væl.
- Vit løgdu okkum eftir at fáa betri javnvág í avtaluna hesaferð. Russar hava fingið í so nógv í sín part, men til tað skal tó sigast, at vit hava latið av okkara yvirflóð av svartkjafti, sigur Jacob Vestergaard.
Høvuðstølini fyri avtaluna 2009 vóru, at vit lótu russum 100.000 tons av svartkjafti og 12.800 tons av makreli, meðan vit fingu 11.900 tons av toski og 1.540 tons av hýsu.
Tølini fyri 2010 eru, at vit lata 85.500 tons av svartkjafti og 14.000 tons av makreli, meðan vit fáa 12.000 tons av toski og 1.540 tons av hýsu.
- Umframt hetta eru so nakrir snøklar við um hjáveiðu, men soleiðis síggja tølini í høvuðsheitinum út, sigur Jacob Vestergaard.
Væl nøgdur
Eitt annað, sum føroyska samráðingarnevndin við Andrass Kristiansen á odda, legði stóran dent á, var at samsvar er millum russisku og ensku orðingina.
- Ein trupulleiki í Skálaberg-málinum var, at russar tulkaðu russisku orðingina á ein hátt, meðan vit tulkaðu ensku orðingina á ein annan hátt. Hesaferð hava vit syrgt fyri, at fult samsvar er millum orðingarnar, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur, at samráðingarnar í Keypmanahavn hava gingið væl, og tær vórðu sum nevnt lidnar seinnapartin í gjár.
- Eg eri væl nøgdur við avtaluna, sum nú er fingin í lag. Tað hevur eydnast okkum at hála nakað inn aftur av tí skeivleika, ið komin var í javnvágina í sáttmálanum, og tað er ein fín gongd, sigur Jacob Vestergaard.
Umframt samráðingarleiðaran, Andrass Kristiansen, vóru eisini Jeannette Nørgaard og Ulla Svarrer Vang frá Fiskivinnustovuni í Fiskimálaráðnum við eins og umboð frá Fiskiveiðieftirlitinum og frá føroyska og danska uttanríkisráðnum.
Sendinevndin kemur aftur í dag.