Betri og bíligari

Út- og umbygdan skúla í Hoydølum
Nýggjan Tekniska Skúla í Marknagili

Kári Mortensen

Tjak um miðnámsútbúgvingar og kanska serliga um bygningar hevur verið í Føroyum seinastu 30 árini. Nógvar ætlanir hava verið, okkurt ítøkiligt er spurt burturúr, men framvegis liggur nógv á láni. Í høvuðsstaðarøkinum hava fleiri arkitektakappingar verið um studentaskúla, tekniskan skúla/handilsskúla og skúladepil. Tað trýtur tí ikki við góðum og hugvekjandi uppskotum og modellum. Ein tilsvarandi "hugskotsbanki" um ymiskar bygnaðir er tíverri ikki til taks.

Ógvusligur skúladepil
Ætlanirnar um skúladepil í Marknagili hava verið loyniligar til fyri góðari viku síðani. Tekin hava í fleiri ár verið um, at arbeitt hevur verið við ætlanum um ein risa stóran miðnámsdepil. Úrslitið, sum nú verður lagt fram og sum er at síggja á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, er ein ætlan, sum savnar øll á einum stað og sum leggur allar verandi miðnámsútbúgvingarnar saman í eina skipan.
Stutt kann sigast, at depilin er ræðandi stórur, og at heilt nógv ivamál eru knýtt at honum.
At royna eina ætlan, sum ongantíð fyrr hevur verið roynd í Føroyum í einum mátistokki á 1400 fólk og 300 til 500 milliónir kr. tykist beinleiðis óveruligt.

Búskaparliga skilagott
Í Hoydølum stendur eitt modell av nýggja skúlanum, sum skuldi byggjast har í 1997. Fakfólk við innliti í málið hava mett um kostnaðin, um byggingin fer í gongd nú:


1. byggistig:
Nýggjur skúli 1700 m2
Nýggj samkomuhøll/uppihaldsøki og
samanbygging av verandi bygningum1700 m2
Kostnaður:60 mió kr.

2. byggistig
Nýggj ítróttarhøll og uppihaldsøki2200 m2
Kostnaður:30 mió kr.

Haraftrat
Umvæling av verandi bygningum4000 m2
Kostnaður:Smærri upphæddir í eitt áramál


Sum er, hevur skúlin rímuliga gott pláss í teimum trimum verandi bygningunum. Tørvurin er stórur at fáa skil á ferðslu og parkeringsviðurskiftum og at fáa ventilatiónsskipan í allar skúlastovur.
Um ein skipað ætlan skjótt verður gjørd, og um tann akutti tørvurin verður loystur beinanveg, kann sigast, at skúlin væl tolir eina raðfesting av byggistigunum, sum hevur atlit at útbyggingina av hinum miðnámsskúlunum og atlit at fíggjar- og arbeiðsmarknaðarstøðuna í landinum sum heild.
Sum í so mongum øðrum skúlabyggingum, ber eisini væl til at halda skúla í Hoydølum, meðan út- og umbyggingar fara fram.
Tá ið øll 3 byggistigini verða liðug, er skúlin í Hoydølum sum nýggjur, tíðarhóskandi - bæði til skúlabrúk og til frítíðarvirksemi - og nóg stórur at nøkta tørvin langt fram í tíðina.
Fleiri tekningar og modell eru til skjals um miðnámsskúlar í Marknagili.
Tað er átrokandi neyðugt at byggja nýggjan tekniskan skúla.
Hugsast kann, at byggingin verður samskipað - kanska við nýggja projektinum um skúladepil í Marknagili sum hugskotsgrundarlag, so endaliga úrslitið blívur ein depil, sum húsar fleiri yrkis- og vinnumiðnámsútbúgvingum, til dømis handilsskúla, tekniskum skúla, listaskúla, ferðavinnuskúla og fiskivinnuskúla.
Í hesi bygging er eisini neyðugt at fylgja eini skipaðari ætlan, og eisini her kann tíðarætlanin toyggjast, so aktivitetsstigið kann lagast til samfelagið annars. Sum sagt er ein høvuðstreyt, at byggingin av Tekniska Skúla fer í gongd beinanveg.

Verandi miðnámsskipan góð
Við uppbýti av miðnámsútbúgvingunum í Havn í tveir stórar sjálvstøðugar stovnar fáa allar útbúgvingarnar best hugsandi karmar at virka undir.
Næmingar fara framvegis at hava møguleika at velja millum almennar gymnasialar útbúgvingar (studentaskúla, HF-skeið) og yrkis- og vinnumiðnámsútbúgvingar.
Stovnarnir verða passaliga stórir. 600-700 næmingar og starvsfólk eru ein eind, sum ikki er ov stór, tá ið ræður um dagliga trivnaðin og sum er nóg stór at tryggja eitt liðiligt og fjølbroytt úrval av vallærugreinum.

Skúlarnir og býurin
Skúlin í Hoydølum liggur væl fyri í býnum. So nær Gundadali, at ítróttahøll, svimjihøll og fótbóltsvøllir dagliga verða brúkt til undirvísing. Ein út- og umbygging fer at laga bygningarnar betri til umhvørvið, og økið alt fer at verða ein góður karmur um tað dag- og kvøldvirksemi, sum er og fer at verða har.
Útbygging í Marknagili, sum við tíðini eigur at umfata samkomuhøll og ymisk ítróttahøli, fer enn meira enn nú at gera hetta plássi í vesturbýnum til ein virksemis-og trivnaðarmiðdepil.

Tveir skúlar heldur enn ein
Omanfyri er roynd gjørd at vísa á, at stór virði eru knýtt at verandi miðnámsskúlaskipan, og at tað við-víkjandi búskapi, skúlaskapi og trivnaði loysir seg at halda fast um uppbýtið í almennar gymnasialar útbúgvingar og yrkis- og vinnumiðnámsútbúgvingar.
Viðhvørt kann tað vera neyðugt at taka avgerðir um kollveltandi broytingar. Men tað kann sanniliga eisini vera klókt at fara hóvliga fram og tora at varðveita og útbyggja stovnar og skipanir, sum byggja á holla grund, og sum hava allar møguleikar fyri broyting og nýhugsan í sær.