Allir flokkar hava sitið í samgongu tey árini og er hetta tí ein felagsábyrgd, og allir flokkar mugu sigast at hava durvað um ikki sovið í mun til hetta økið.
Vit vita, at eitt uppskot er ávegis sum ein nevnd undir fíggjarmálaráðnum hevur arbeitt við í longri tíð. Við støði í hesum umframt hugburðin hjá Tjóðveldi var uppskot til samtyktar í farnu viku um framtíðar pensjónsviðurskiftini.
Her og nú politikkur
Minnist, at vit í tinginum kjakaðust um samhaldsfasta í heyst. Onkur meinti, at inngjaldið ikki mátti hækkast, men at útgjaldið skuldi hækkast munandi beint nú. Tá eg so spurdi: ”Hvussu skulu komandi ættarlið fáa gagn av samhaldsfasta – um hann verður tømdur nú?” Var svarið: ”Bergtóra hugsar um seg sjálva. Men tað mugu Bergtóra og hennara ættarlið finna út av til ta tíð. Eg hugsi um tey sum eru gomul nú!”
Pínligt – eftir mínum tykki. Men samstundis eitt týðuligt dømi um, hvussu føroyskur politikkur mangan er.
Vit síggja tað á øllum brøgdum – fyribyrgjandi arbeiðið í mun til tey eldru, lívmóðurhálsvaksinan, dagtilhaldið, familjudeildin, barnatelefonin og eg kundið hildið áfram – men veruleikin er, at vit tykjast ikki at hugsa longur enn dagin í dag. Skal alt bara vera valagn?
Nær kemur uppskotið?
Uppskotið byggir í stóran mun á faktuellu vitanina, vit hava frá serføðingabólkinum hjá Fíggjarmálaráðnum. Tá eg kom á ting fyri góðum ári síðani skilti eg, at pensjónsuppskot var ávegis, í summar at tað kom tíðliga í heyst, í heyst at tað kom úm árskiftið, í januar at tað kom í vár. Nú sigst, at tað verður borið niðan í tingið á ólavsøku! Leingi er tað ið væl skal verða?!
Serfrøðingarnir vísa á at
Fleiri og fleiri eldri verða í mun til arbeiðsfør. Í 2007 vóru 6500 føroyingar yvir 65 ár og í 2050 verða 13000 yvir 50 ár. Eisini siga serføðingarnir, at onnur hvør genta sum verður borin í heim í dag fer at gerast 100 ár! Eyðsæð er tískil, at útreiðslur til eldrarøkt og pensjónir økjast munandi.
Færri á arbeiðsmarknaðinum merkir minni skattainntøkur, og landskassin fer ikki longur at kunna røkja sínar skyldur ella kunna fíggja pensjónir og røktartænastur á sama hátt sum í dag. Ja, flestu okkara halda ikki at tænasturnar, sum eru í dag, eru nóg góðar í fleiri førum.
Broytingarnar er hesar:
Áheitanin hjá tjóðveldi við hesum uppskoti til samtyktar er, at vit heita á landsstýrið um at fyrireika eitt lógaruppskot at leggja fyri tingið, sum er grundað á semju millum politisku flokkarnar umframt partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Talan verður um grundleggjandi broytingar í pensjónsrættindum. Sjálvsagt skal verða talan um eina skiftistíð. Hesar eru meginreglurnar:
• almennu pensjónirnar og lóggáva skulu tryggja øllum eina sømiliga minstupensjón
• lógarkravt verður, at øll á arbeiðsmarknaðinum og tey sum fáa ALS ella almannaveitingar hava eina eftirlønarskipan, sum verður goldin út mánaðarliga øll pensjónsárini
• ásettar verða skiftisskipanir, ið kunnu eggja fólki til at umleggja avtalaðar arbeiðsmarknaðareftirlønir, ið ikki lúka treytirnar um mánaðarligt útgjald
• Tað almenna skal í mestan mun fíggja tey, ið ikki hava aðra pensjón
• pensjónsaldur og skattafrádráttir av pensjónsuppsparing verða endurskoðað
• Betri møguleiki at verða longri á arbeiðsmarknaðinum og at forvinna pening afturat pensjónini.
Eru broytingarnar neyðugar?
Øllum stendur greitt, at neyðugt er sum skjótast at finna semju um broytingar á pensjónsøkinum.
Sum ein arbeiðsbólkurin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur víst á, eru týdningarmiklar
fíggjarligar og sosialar orsøkir til tess:
• Nógv hava eina persónliga eftirlønaruppsparing, td. sum part av eini starvssetan
• Feløgini á arbeiðsmarknaðinum liggja millum 6 % og 18 %, meðan summi einki hava
• Tær flestu skipanirnar eru bert nøkur fá ár
Stættarmunurin millum pensjónistar økist tí alsamt. At tað almenna rindar somu grundarupphædd í fólkapensjón og sama útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum til allar pensjónistar, bøtir onki um sosiala ójavnan.
Tískil verða miðini fyri einum pensjónsreformi at tryggja teimum, ið onga aðra eftirløn hava, eina sømiliga minstupensjón, meðan tey, ið hava eina góða arbeiðsmarknaðareftirløn, fáa væl minni frá almennu pensjónunum. Trýstið á vælferðarskipanir og almennu kassarnar fer bert at økjast komandi árini.
Kvinnurnar ússaligast pensjón
Vert er at nevna, at serliga kvinnurnar vera harðast raktar nú og komandi árini, sum er. Tær liva væl longri enn menn, og nógvar av pensjónunum verða bert útgoldnar í nøkur ár. Harnæst er arbeiðsmarknaðarpensjónin oftast tengd at, hvussu nógvar tímar og ár, tú hevur arbeitt. Kvinnurnar spara vanliga ikki so nógv upp sum menn, lutvís tí at tær ikki spara upp undir barsilsfarloyvinum og lutvís tí tað oftast er kvinnan, sum arbeiðir niðursetta tíð nøkur ár, meðan børnini eru smá – og ikki minst er inntøkan hjá føroyskum kvinnum ein triðing lægri enn hjá monnunum, og tað merkir aftur minni pensjónsuppsparing.
Betri familjupolitikk
Vegna ójavna býtið millum yngri og eldru ættarliðini verður framyvir sanniliga eisini týdningarmikið við einum skilagóðum familjupolitikki. Einum politikki, har vit eggja ungu familjunum til at fáa børn. Hækkaðan barnafrádrátt, longt barnsburðarfarloyvið, lutaíbúðir, øll rætt til barnsins fyrsta sjúkradag. Og sjálvsagt javnbjóðis møguleikar hjá øllum familjum – eisini teimum, sum eru stakir uppihaldarar. Annað nýtist ikki at útiloka hitt.