Betri pláss til skúlan

Haldarsvíkar Kommuna hevur keypt hús í Vík til skúlabrúks. Hølisviðurskiftini í bygdarskúlanum eru alt ov tronglig, sigur borgarstjórin

 

Skúlamál

Haldarsvík

Haldarsvíkar Kommuna hevur keypt húsini á Bø frá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Ætlanin er fyribils at nýta húsini til skúlabrúks.

Hølisviðurskiftini í skúlanum í Vík eru so mikið tronglig, at tað ber als ikki til at vera har meira, sigur borgarstjóriní Haldarsvíkar Kommunu, Poul Grunnveit.

Tvær skúlastovur eru í gamla skúlanum, og onnur er so trong og lág, at ivasamt er, um tað yvirhøvur er loyvt at hava børn inni har, sigur borgarstjórin. Tað eru umleið 25-30 skúlabørn í Haldarsvík.

Alternativið er at byggja nýggjan skúla, men til tað, sigur borgarstjórin, eru ráðini ikki í løtuni. Men nýggjur skúli verður kortini alla tíðina havdur í huganum.

Men tá húsini á Bø, sum Kirkjuliga Missiónsfelagið átti og nevndi Lívd, vóru tøk, keypti kommunan tey við tí fyri eyga at hava til skúlabrúks fyribils.

Húsini eru stór sethús, har handil fyrr hevur verið í kjallaranum. Tey eru í rímiliga góðum standi, sigur Poul Grunnveit. Men okkurt er at hampa uttanum, sigur hann.

Haldarsvíkar Kommuna hevur keypt húsini fyri eina hálva millión. Tó er endaligi keypssáttmálin ikki undirskrivaður enn, sigur borgarstjórin. Men keypið er komið undir land.

Mett varð, at hetta var eitt gott keyp hjá kommununi, sigur hann. Húsini liggja mitt í skúlaumhvørvinum við skúlan og gomlu lærarahúsini, sum eisini verða nýtt til skúla.

Í kjallaranum á Bø hevur kommunala dagrøktin hildið til ein dag um vikuna. Tey fara helst at flyta niðan í lærarahúsini hendan eina dagin um vikuna, tey eru saman, meðan húsini á Bø fara at verða nýtt til skúla, sigur borgarstjórin. Ein skúlastova og ein teldustova verða innrættað í húsunum í fyrsta umfari. Umframt verður eitt lærararúm eisini gjørt. Restin fer so at vera til at taka.

Poul Grunnveit sigur, at verður nýggjur skúli einaferð bygdur, eru húsini á Bø góð at hava til annað endamál. Tey kunnu bæði brúkast til barnaansing og eldrasambýli, um tað skuldi verið neyðugt, sigur hann.