Í losjuni í Gøtugjógv er nógv gøtufólk samankomið og eisini nakrir leirvíkingar.
- Eg havi ikki eina meining um samanleggingina enn, men eg kom her í kvøld, fyri at gera mær eina, sigur ein av leirvíkingunum.
Allir bygdarráðslimirnir, bæði í Gøtu og Leirvík eru fyri eini samanlegging. Orsøkin til at tey halda, at tað júst skulu vera Leirvíkar og Gøtu kommuna, ið skulu leggja saman, er at bygdirnar eru tveir javnbjóðis samstarvspartnarar. Bygdirnar eru rættiliga líkar í fólkatali, fíggjarstøðan líkist bæði viðvíkjandi kommunuskattatrýsti og skuldarbyrðu, harafturat liggja at bygdirnar landafrøðiliga væl, og samferðslan millum tær er góð.
Ein góð byrjan
- Vit halda at við teimum uppgávum, sum kommunurnar hava nú, er tað passandi við teimum um tveytúsund fólkunum, vit vera aftaná samanleggingina. Vit byrja við hesum, og so kunnu vit altíð fara at tosa við Fuglafjarðar kommunu ella Klaksvíkar kommunu seinni, segði Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu.
Bygdarráðini halda, at størstu fyrimunirnir við at leggja hesar báðar kommunurnar saman í eina er, at møguleiki verður fyri at geva borgaranum eina betri tænastu. Tá kommunan verður størri, er møguleiki fyri at spesialisera seg bæði í umsitingini og við øðrum starvsfólki, og kommunan fer betri at kunna kappast við størru plássini.
- Einasta minus sum er, er at tað verður ein heldur størri avstandur millum veljaran og politikaran, men tað haldi eg ikki ger nakað, segði Hans Mourits Foldbo
- Og so blíva tvey kommununøvn burtur og eitt nýtt kemur burturúr.
Eftir at Hilmar Høgenni úr Innlendismálaráðnum hevði gjøgnumgingið løgfrøðiliga grundarlagið fyri samanleggingini, og Hans Mourits Foldbo hevði lagt fram, var møguleiki hjá borgarunum at seta spurningar og at gera viðmerkingar.
Allar viðmerkingarnar vóru sera positivar, men nakrir kritiskir spurningar vóru eisini settir.
Framtíðarætlanir
Ein gøtumaður vildi vita, um framtíðarvisiónirnar vóru gloymdar. Hann spurdi um nakrar ætlanir eru, um hvussu tað skal vera við skúla, ítróttarøki og barnagarði aftaná samanleggingina.
- Vit vilja ikki leggja bindingar á komandi bygdarráð. Vit eru ikki komin so langt við nakrar nýggjari ætlan fyri skúlan. Á ítróttarøkinum er ein ætlan í gongd. Um Gøtu kommuna fullførir hana, hava leirvíkingar hava ikki aðrar ætlanir. Á barnagarðsøkinum byggja leirvíkingar út í løtuni og tað fara vit eisini at gera í Gøtu áðrenn samanleggingina. Barnagarðarnir skulu liggja á báðum støðum, tí er eisini møguligt at samstarva á tí økinum, greiddi ein av limunum í Gøtu bygdarráði frá.
Ein annar gøtumaður vildi vita um tær nýggju íløgurnar, ið skulu gerast áðrenn eina møguliga samanlegging í 2009, skulu gjaldast áðrenn samanleggingina. Men hetta er ikki ætlanin. Bygdarráðini fara at gera íløgur, bæði í handilsdepil, ítróttarøki og barnagarð, men skuldin skal ikki vera komin niður á null áðrenn kommunurnar verða lagdar saman.
Gamalt samstarv
Tilgongdin til samanlegging hevur verið á veg leingi, og samstarv hevur verið millum kommunurnar í nógv ár. Fyrsta veruliga stig móti samanlegging varð tikið, tá kommunurnar gjørdu eina felags tekniska nevnd. Tá avgjørdu borgarstjórarnir, at teir skuldu fara at kanna møguleikarnar fyri samanlegging, sum høvdu verið uppi og vent fyrr. Í mai í ár var ein nevnd sett at arbeiða víðari við hesum, og leygardagin 9. september verður vegleiðandi fólkaatkvøða í báðum kommununum.
Fólkaatkvøðan er ikki bindandi, tí tað eru bygdarráðini, ið taka ta endaligu avgerðina.
- Vit hava ikki gjørt eina avtalu í bygdaráðunum, um hvussu vit fara at atkvøða, men bygdarráðslimirnir eru samdir um, at teir eru fyri samanlegging treytað av, at borgararnir eru samdir, greiðir Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík frá.
Fundarfólkið fekk svar uppá nógvar av spurningunum viðvíkjandi samanleggingini og nógv teirra tyktust positiv fyri samanleggingini.
Týskvøldið verður borgarafundur í bygdarhúsinum í Leirvík um sama evni.