Betri umstøður til fólk sum eru deyðasjúk

Nú verður kannað um tørvur er at seta eitt heim á stovn fyri fólk ið eru deyðasjúk

Umstøðurnar hjá fólki, ið eru deyðasjúk, skulu verða betri.

 

Tað eru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og leiðslan á Landssjúkrahúsinum, samd um.

 

Tískil skal nú ein arbeiðsbólkur setast við umboðum fyri avvarðandi partar at meta um støðuna og at seta nøkur tilmæli fram um, hvørjar ábøtur eiga at verða gjørdar. 

 

Í hesum sanbandi skal tað eisini kannast, um tað er tørvur á at skipa ein beinleiðis stovn til fólk, sum eru deyðasjúk, eitt hospice, við tí endamáli at tey kunnu fáa linnandi viðger ta síðstu tíðina, tey hava eftir.

 

Katrin Kallsvberg, sum er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og lækni, hevur biðið landsstýriskvinnuna greiða frá, hvørjar ætlanir eru á hesum øki.

 

Í 2005 var eitt toymið, eitt palliativt toymi, sett á stovn við fólki, sum vóru serkøn í at veita linnandi viðgerð, og í 2008 var deildin fyri linnandi viðger, tann palliativa eindin, skipa á Landssjúkrahúsinum.

 

Síðani tá er støðan ikki eftirmett, men tað verður hon so nú, sigur Sirið Stenberg.

 

Fólk, sum eru so sjúk, at ongin vón er fyri grøðing, kunnu eisini fáa linnandi viðger heima, og tá eru tað eitt samstarv ímillum heimasjúkrarøktarfrøðingar og heimahjálp, sum skipar tað viðgerina, men tey kunnu so eisini fáa serkønan stuðul frá palliativa toyminum á Landssjúkrahúsinum.

 

Men tað verður mett at hendan linnandi viðgerðin í heiminum, eigur at verða ment. Tað kann eisini hugsast, at røktarheim skulu fáa regluliga undirvísing í linnandi viðgerð.

 

Sirið Stenberg sigur, at hon hevur verið í sambandi við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um tað heta økið og um tørvin á at skipa ein stovn í Føroyum til deyðasjúk fólk.

 

Tískil skal ein arbeiðsbólkur nú gera eitt tilmæli um, hvussu økið eigur at verða skipað frameftir.

 

Í hesum sambandi skal støða eisini takast til, hvussu tilboðið til heimabúgvandi sjúklingar, ið hava tørv á linnandi viðger, kann skipast um alt landið og um ein beinleiðis stovnur eigur at skipast til endamálið.