Orsøkin til, at arbeiðið verður raðfest nú, er, at tað súgar sera illa í bátahylinum, og av tí sama eru fleiri skaðar skrásettir í vetur.
- Tí er neyðugt at betra um umstøðurnar hjá smábátum í bátahylinum á Borðoyarvík.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at hetta verður gjørt við at leingja og smalka molan ella brimgarðin á bátahylinum.
Sagt verður, at umstøðurnar í bátahylinum eru broyttar sera nógv orsaka av arbeiðnum, ið er gjørt við atløgubryggjuna, sum Bakkafrost í dag brúkar.
- Hetta, sum nú verður gjørt, fer væntandi at bøta um umstøðurnar hjá smábátum, siga tey í kommununi.
Lagt verður aftrat, at íløgurnar eru mettar til 1,6 miljónir krónur í grótkastið og umleið fýra miljónir fyri sjálvar bátabrúgvarnar.
- Av øðrum íløgum, sum verða gjørdar á havnarøkinum komandi ár, kann nevnast, at 4,5 miljónir eru settar av til bryggjukant í nýggja í bátahylinum í Árnafirði.
Haraftrat heldur arbeiðið at víðka Norðhavnina fram.
- Eisini er sjøtul settur á at útvega hølir til bátafelagshús við bátabrúgvarnar á vágni.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at ætlaða bátafelagshúsið eitt nú skal hava felagshølir, almenn wc og aðrar fasilitetir.