Betri umstøður til tey bleytu í ferðsluni í Havn

Øll uppskot, sum bøta um umstøðurnar hjá teimum bleytu í ferðsluni í Havn, eru vælkomin

Hvussu ber til at bøta um umstøðurnar í ferðsluni hjá fólki til gongu, á súkklu, í koyristóli, koyra við barnavogni ella brúka  gongustativ?

Uppskotini eru uttan iva mong - og tey eru øll vælkomin.

 

Og nettupp at savna øll hesi uppskot saman, er er endamálið við eini nýggjum bólki, sum Jón Kragesteen nú hevur stovnað á Facebook.

 

Hann heldur, at arbeiðið at bøta um umstøðurnar hjá teimum bleytu í ferðsluni, munar nógv meiri, tá ið alt verður savnað á einum og sama staði.

Tí hevur hann nú stovnað Facebook bólkin Trygd til gongu og á súkklu.

 

- Endamálið við bólkinum er at virka fyri rúmd, rættindum og tryggleika í ferðsluni fyri fólk, sum eru til gongu, á súkklu, í koyristóli, brúka gongustativ ella koyra við barnavogni, sigur hann.

 

Ella stutt sagt er hetta ein bólkur, sum skal virka fyri áhugamálunum hjá øllum tí bleyta partinum í ferðsluni.

 

Hann sigur, at eru umstøðurnar góðar fyri tann bleyta partin í ferðsluni, eru tær eisini góðar fyri allar aðrar partar í ferðsluni.

 

Jón Kragesteen, sum hevur eina fortíð í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har hann var dagligur leiðari, er sjálvur íðin súkklari.

- Sjálvandi skulu øll í ferðsluni vísa størsta varsemi, eisini súkklarar.

Men hann heldur, at í Havnini eru umstøðurnar vánaligar nógvastaðni.

- Ein súkklari í Havn skal hava ís í búkinum og tunguna mitt í munninum. Hann skal hugsa um ein hermaður á hermótinum, har kúlurnar koma allastaðni frá, sigur hann.

 

Jón Kragesteen heldur, at eitt hugskot er at taka meiri burtur av vegunum til súkklubreytir.

 

Eitt, hann hugsar sær, er, at Tórshavnar Kommuna ger eina súkklubreyt av Argjum niðan í Hoydalar.

 

Stigtakarin til hendan nýggja Facebookbólkin heldur at tað ber til ein heilt stóran part av strekkinum.

 

- Tað er ikki neyðugt, at vegurin til bilar eru so breiður, sum hann er nógvastaðni. Tað einasta, vit fáa burtur úr at hava breiðan veg til bilar, er, at teir koyra skjótari enn umstøðurnar annars loyva tí.

 

- Verður vegurin smalkaður, koyra bilarnir av sær sjálvum spakuligari og eg haldi, at nógvastaðni ber tað til at taka frá bilunum, sigur Jón Kragesteen.

 

Eitt, hann hevur hugsað um, nú hann stovnaði bólkin, er, at nú skal miðbýurin í Havn leggjast til rættist.

 

Í hesum sambandi heldur hann, at ein bólkur, sum røkir áhugamálini hjá teimum bleytu í ferðsluni, kann gera sína ávirkan galdandi.