Betri veður seinni í vikuni

Komandi dagarnar fer køld luft við vátaslettingi og kavaælum at streyma inn yvir Føroyar, fyrst av landnyrðingi, seinni norðri og útnyrðingi. Seinni í vikuni kemur eitt hitabrúgvalag inn yvir Føroyar.

 

Út á dagin makar hann vindin niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s av landnyrðingi. Yvirhøvur skýggjað og stutt millum ælini, sum kann vera kavi ella vátaslettingur. Út á dagin verður oftari vátaslettingur og kavi av landsynningi. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av landnyrðingi og seinni eystri. Yvirhøvur skýggjað og kavi ella vátaslettingur. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, seinni makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt æli, regn, vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 og 4 stig. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt kava- ella vátaslettingsæli og hitin frá beint undir frostmarkinum upp í 3 hitastig. Um náttina verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s, yvirhøvur turt og hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 3 stig. Um náttina enn lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s. Sum frá líður skýggjað og kavi. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig, í støðum enn kaldari.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Um náttina makar hann vindin og verður fleyr til gul, undir 5 m/s og snarar í ein sunnan og landsynning. Yvirhøvur turt og klárt og hitin millum 3 kuldastig og 4 hitastig.

 

Leygardagin verður fleyr til gul, undir 5 m/s, av suðri og landsynningi, sum út á dagin øtlar til andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s, eitt bil upp í hvassan vind, 15 m/s, av suðri. Turt og onkrir sólglottar og hitin millum 1 og 4 stig. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s, av suðri og seinni útsynningi. Nógv regn av vestri og hitin millum 4 og 7 stig.