Betri við organiseraðum mótparti

Manningarfeløgini øðrumegin og Reiðarafelagið hinumegin fara at leggja fram samráðingarkrøv 18. januar.

Sáttmálin millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag varð uppsagdur til at fara úr gildi við ársskiftið, men Reiðarafelagið ynskti at fáa sáttmálan longdan fram til 1. mars í ár. 

 

Hetta kemst av, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag, at reiðarar hava verið nógv upptiknir av fiskivinnusamráðingum við onnur lond seinastu mánaðirnar.

 

- Manningarfeløgini hava játtað at leingja sáttmálan undir ávísum treytum, og avtalað er, at sáttmálakrøvini verða løgd fram 18. januar.

 

Føroya Skipara-og Navigatørfelag veit at siga, at eitt ávíst fyrireikingararbeiði longu er gjørt, áðrenn samráðingarnar byrja.

 

- Ein arbeiðsbólkur hevur gjøgnumgingið allan sáttmálan við tí fyri eyga at nútímansgera hann. Tað eru nógvar ásetingar, sum ikki eru relevantar longur, og hetta verður eisini ein partur av samráðingartilgongdini.

 

Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísir á, at eftir drúgva tíð er Reiðarafelagið nú skipað aftur, nevnd og formaður eru vald, og skrivstovan er fult virkin aftur.

 

- Tað er bert ein fyrimunur fyri okkum, at mótpartur okkara er væl organiseraður, sigur felagið hjá skiparum og navigatørum.