Betrideildin: Veddingarfyritøkurnar vænta bara ein javnan dyst í Fuglafirði

KÍ og HB eru risastórir favorittar á útivølli móti AB og TB, og Víkingur og B36 hava eisini eina greiða favorittstøðu móti B68 og 07 Vestur

Savnsmynd

Mikudagin verður fult umfar í Betrideildini hjá monnum. Talan er um annað umfar sum var útsett orsaka av vetrarveðrinum í mars.

 

Klokkan 16.30: TB-HB

 

Klokkan 17: AB-KÍ

 

Klokkan 18: B68- Víkingur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Klokkan 18: B36-07 Vestur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Klokkan 18: ÍF-EB/Streymur 

 

Altjóða veddingarfyritøkurnar vænta bara ein javnan dyst í Fuglafirði. Lítið skilur ÍF og EB/Streym. Miðaloddsini upp á sigur til ÍF eru 2,51 og miðaloddsini upp á sigur til EB/Streym eru 2,36:

 

##med2##

 

KÍ og HB eru risastórir favoritar til at vinna á útivølli. Hægstu oddsini upp á sigur til KÍ eru bara 1,05. Lægstu oddsini upp á sigur til AB eru 18,00:

 

##med3##

 

Hægstu oddsini upp á, at HB vinnur á TB við Stórá í Trongisvági eru 1,09. Lægstu oddsini upp á heimasigur til TB eru 17,00:

 

##med4##

 

Favorittstøðan hjá Víkingi móti B68 á Svangaskarði er ikki so stór sum hjá KÍ og HB, men talan er um eina greiða favorittstøðu, har hægstu oddsini upp á ein sigur til Víking eru 1,36. Lægstu oddsini upp á ein heimasigur til B68 eru 5,50:

 

##med5##

 

B36 er einasta heimaliðið, ið er favorittur hjá veddingarfyritøkunum hetta umfarið. Talan er um eina eitt sindur minni favorittstøðu enn hana Víkingur hevur móti B68, men kortini ein rættiliga greið favorittstøða. Hægstu oddsini upp á heimasigur til B36 eru 1,50. Lægstu oddsini upp á ein útisigur til 07 Vestur eru 5,50:

 

##med6##

 

 

 

 

 

Savnsmynd