Betur um Rumenia vann

Einasti spurningurin hjá Jógvan Martini Olsen undan landsdystinum í morgin er, um hann skal seta Leif Niclasen ella Pætur Dam Jacobsen inn á tøka plássið

Fótbóltur

 

Gitingarnar hava ofta verið nógvar, tá føroyska fótbóltslandsliðið skal setast á taktiktalvuna. Í Beograd var støðan einki undantak í so máta, og landsliðsvenjarin gav tá eisini til kennar, at hann ikki hevði nakra heilt upplagda byrjunaruppstilling.

 

Tveir spurningar

Avrikið í Beograd gjørdi tó tann spurningin lættari, staðfesti Jógvan Martin Olsen, tá vit hittu hann eftir føroysku landsliðsvenjingina týsmorgunin.

- Tað eru serliga tveir møguleikar, sum eg hugsi um. Annar er at flyta Jóhan Troest Davidsen yvir á høgra bakk og so kundi Leif Niclasen verið eitt gott boð vinstrumegin. Og hin er at taka ein nýggjan mann inn á høgra bakk, sigur Jógvan Martin Olsen.

- Fyrimunurin við tí seinna møguleikanum er, at vit tá halda fast um samstarvið, sum var í vinstru síðu í Beograd. Skulu vit flyta Jóhan yvir, so skal Leif inn, og hann hevur ikki spælt saman við eitt nú Jón Róa og Símun, so tá leggja vit upp til nýtt samstarv í báðum borðunum, sigur Jógvan Martin.

 

Særdir rumenar

Um dystin sjálvan sigur Jógvan Martin, at hetta uttan iva verður ein uppgáva, sum er minst líka trupul, sum hon var í Beograd. Eisini tí Rumenia leygardagin fekk av at vita frá Litava.

- Eg hevði faktiskt heldur viljað, at Rumenia vann dystin móti Litava. Tí Rumenia er framvegis ein av teimum sterku tjóðunum í Europa, og teir eru særdir. Eg sá eisini dystin hjá teimum móti Litava, og talan er um eitt lið, sum megnar at flyta bóltin nógv skjótari, enn Serbia gjørdi tað, so talan verður um eina uppgávu, sum er minst líka trupul sum tann í Beograd.

So tað verður eitt føroyskt landslið við sama konsepti, sum vit sóu í Beograd.

- Ja. Eg trúgvi eisini, at tað er øgiliga týdningarmikið, at vit sláa fast, at tað er klassamunur millum Rumenia og Føroyar. Skulu vit hava eitt líkinda úrslit, so er tað altavgerandi, at vit síggja eitt avrik, sum í minsta lagi er á sama støði, sum tað var í Beograd, sigur Jógvan Martin Olsen.