Beyoncé fór við øllum

Songkvinnan Beyoncé fór avstað við heili trimum virðislønum til ársins European Music Awards. Tað vóru ikki tey heilt stóru yvirraskilsini til ársins MTV European Music Awards, sum varð hildið í Berlin hóskvøldið.

 

Superstjørnan Beyoncé fór, ikki óvæntað, avstað við heili trimum virðislønum fyri ávikavist besta sang, besta kvinnuliga leiklut og besta videolag.

 

Danska Medina varð í uppskoti til heiðurin fyri besta evropeiska leiklutin og kláraði seg heilt væl, men tá saman um kom, vóru onnur, ið høvdu fingið fleiri atkvøður enn hon.

Eitt óvæntað var tó. Hetta var, at Lada Gaga, sum fleiri hildu fór at rudda borið fyri virðislønir, bert fekk eina virðisløn.

 

Tey ið fingið virðislønir vóru:

 

Best live act: U2

Best Urban: Jay-Z

Best Rock: Green Day

Best Group: Tokio Hotel

Best Song: Beyoncé - ?Halo

Best Alternative Act: Placebo

Best New Act: Lady Gaga

Best Male Act: Eminem

Best Female Act: Beyoncé

Best European Act: maNga

Best Video: Beyoncé: ?Single Ladies?

MTV Push Artist: Pixie Lott

Best World Stage Performer: Linkin Park