Biða nú eftir broytingum í FAS

Reiðarafelagið fyri Farmaskip og manningarfeløgini samdust seinasta fríggjadag um nýggjan sáttmála, ið er á sama støði, sum aðrir sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum Tað vóru Føroya Reiðarafelag øðrumegin og tey trý manningarfeløgini hinumegin, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag, sum skrivaðu undir nýggja sáttmálan, ið er galdandi í eitt ár.

Umframt tillagingar í starvstíðarviðbótunum, hækkar hýran við 2,3% og eftirlønin við 1%.

- Broytingar kunnu væntast at verða gjørdar í FAS-skipanini í nærmastu framtíð. Hesar broytingar fara helst at hava ávirkan á skipanina av sáttmálunum millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini. Tí valdu feløgini ikki at gera nakrar stórvegis broytingar í sáttmálunum nú og bert leingja teir við einum ári, skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu.

Nýggju sáttmálarnir komu í gildi 1. mars 2008.