– Bið fólk sum júst eru komin úr Danmark um at fara til hús

– Um tú sært onkran, sum ikki fylgir tilmælunum, so skalt tú siga tína hjartans meining og biðja viðkomandi fara til hús, sigur heilsumálaráðharrin

Myndugleikarnir heita á tey, sum koma til Føroya úr Danmark, um at fara í sóttarhald og halda seg inni í 14 dagar fyri at fyribyrgja smittu av covid-19.

Eitt er at heita á fólk um at halda seg heima, um tey føla seg sjúk, ella um tey akkurát eru komin úr Danmark. Men hvussu kunnu myndugleikarnir tryggja sær, at fólk, sum eiga at vera í sóttarhaldi, veruliga halda seg heima og ikki fara til handils og út millum fólk, tá hetta ikki er ásett við lóg?

– Vit mugu bara appellera til, at fólk uppføra seg høviskt. Tað hava tey opinbart gjørt, og tað sóu vit til dømis í nátt, tá eingin fór í býin. Fólk taka hesi tilmælini væl til sín. Føroyingar duga óalmindiliga væl at verja hvønn annan, tá tað stendur á. Føroyingar lurta væl eftir, tí sum verður sagt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.

Men hvat skal mann gera, um mann sær ein persón úti í býnum ella til handils, sum akkurát er komin úr Danmark?

– Bið persónin fara til hús, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

– Vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, og at øll uppføra seg ordiligt. Mann skal fylgja teimum tilmælunum, sum myndugleikarnir geva. Tí vit gera tað ikki til stuttleika. Um tú sært onkran, sum ikki fylgir tilmælunum, so skalt tú siga tína hjartans meining og biðja viðkomandi fara til hús, sigur heilsumálaráðharrin og kemur við einari samanbering:

– Um eg síggi onkran koyra ov skjótt, so royni eg jú eisini at fáa fatur í viðkomandi.