Men hongdur út av skrivaranum hjá ritstjóranum, og tí havi eg eisini valt at greitt frá mannagongdini, hjá "seriøsu" monnunum aftanfyri blaðið FREGNIR.
Eisini Sjálvstýrisflokkurin skuldi umboðast í greinarøðini "POLITISKA KVØRNIN" í blaðnum FREGNIR.
Torbjørn ringir
Tað var arbeiðsgevarin hjá Sjúrða Skaale Torbjørn Jacobsen, sum ivaleyst stendur fyri greinarøðini, eitt slag av ritstjóra, sum ringdi undirritaða upp fyri einum 10 døgum síðani, og bað meg um at skriva eina politiska grein til FREGNIR, og orsøkin til at hann bað meg var tann, at hann hevði fingið at vita at undirritaði var formaður fyri Landsfelag Sjálvstýrisfloksins, og bað meg tí av hesi orsøk um at skriva greinina. Eg játtaði, m.a. tí at Torbjørn Jacobsen yngsti breiða politiska umboðan í hesum teiginum sum eitur: "POLITISKA KVØRNIN".
Torbjørn Jacobsen grundgav týðuliga orsøkina: hann hevði biði floksformannin í Sjálvstýrisflokkinum Kára P. Højgaard um at skriva, men orsaka av tíðarkrevjandi arbeiði í tinginum bar tað honum ikki til. Hann hevði eisini hugsa um Eyðun Elltør, landsstýrismann fyri Sjálvstýrisflokkin. Av eini ella aðrari orsøk bleiv hetta av ongum, ella hevði hann ikki fingið samband við hann. Hetta vóru í hvussu er boðini undirritaði fekk.
Síðani skrivarin
Aftaná hesa góðgerð leggur skrivarin hjá Torbjørn Jacobsen Sjúrður Skaale undirritaða undir at vilja yvirtaka SJÁLVSTÝRISFLOKKIN. Hann skrivar m.a. "Tað er ikki at vera fyri, nú Lasse aftur ætlar at yvirtaka Sjálvstýrisflokkin". "Og hvat vit føroyingar kunnu vænta okkum, nú Lasse Klein aftur ætlar at yvirtaka Sjálvstýrisflokkin".
Arbeiðshátturin
Fyrst biðja teir um greinina, síðani leggja teir eina ætlan um hvussu teir skulu handfara innihaldið í greinini, og reina á tann hátt at skaða góðtrúna greinskrivaran, og leggja eina ætlan, alt sjálvandi eftir innihaldinum í greinini. Greinin skuldi verða FREGNUM í hendi nærum eina viku aðrenn prenting av blaðnum, hetta tí at baksíðan á blaðnum ivaleyst tørvaði tilfar. Skrivarin fær til uppgávu at loypa út í orð, og at sáa mistreysti niður í ávís fólk.
Demokratiskur felagsskapur
Hvørki Torbjørn Jacobsen ella Sjúrður Skaale skulu verða í iva um, at Sjálvstýrisflokkurin hevur ein demokratiskan felagsskap, og at tað stendur limum floksins púra frítt at velja síni umboð.
Annars haldi eg at arbeiðshátturin hjá feðgunum: Torbjørn & Skaale, er væl lýstur í grein míni: "EIN SAMGONGA Á VEGAMÓTI".