- Vit krevja at verða hoyrd og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, eigur at gera sítt arbeiði.
Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum talar nú at.
Hon heldur, at tær ætlanir, sum hava verið um forskúlar kring landið, eru meiri ella minni anarkistiskar.
- Alt forskúlakjakið er um at fara av kós og er við at enda í runublaking ímillum tey, sum eru forsprákarar fyri forskúlum, og tey, sum eru ímóti.
- Men samstundis situr landsstýrismaðurin í mentamálum og ger onki!
Í hesum sambandi vísir hon á, at enn hevur landsstýrismaðurin ikki kallað dagstovnaráðið aftur til fundar, eftir at kommunufeløgini beinanvegin í fjør saboteraðu tann allar fyrsta fundin hjá ráðnum, sum hon málber seg.
- Tað gjørdu tær við at nokta ráðslimunum at møta til fund í arbeiðstíð, og nú er tað bara fólkaskúlaráðið ger tilmæli um forskúlarnar.
- Pedagogarnir verða í øllum førum ikki hoyrdir, og har sum forskúlarnir longu hava sæð dagsins ljós innan skúlagátt, er pedagogiskt fakligi leikluturin sekunderur ímóti tí skúlafakliga leiklutinum.
Almenna myndin av forskúlunum er eisini vorðin ógvuliga svørt-hvít, tí evsti myndugleikin, Bjørn Kalsø, ikki ger sítt arbeiði og gongur á odda at fáa eitt fakligt kjak í gongd.
- Úrslitið er, at alt fjølbroytni hvørvur, og eftir stendur bara spurningurin, um ein er fyri ella ímóti forskúlum.
Sjálv hevur Maud Vang Hansen onga avgjørda støðu fyri ella ímóti forskúlum.
Men hon krevur, at pedagogarnir verða væl og virðiliga hoyrdir, og at avgerðirnar verða tiknar á einum haldgóðum fakligum grundarlagi.
- Ongin kunngerð eigur at setast í verk ella nakað lógarverk smíðast, fyrr enn vit hava havt eitt veruligt og djúptgangandi fakligt, og fólksligt, kjak um hetta.
Forkvinnan í Pedagogfelagnum sigur, at tað fyrsta, landsstýrismaðurin eigur at gera, er, at fáa dagstovnaráðið at virka aftur, so tað kann verða tað ráðgevandi pedagogiska toymið, ið upprunaliga ætlanin var við tí.
- Tað er tað harðliga brúk er fyri, um stór inntriv og stórar broytingar skulu gerast á pedagogiska arbeiðsøkinum, sigur Maud Vang Hansen