RÁÐGEVING
Nógvir eru tapararnir, tosa vit um rúsdrekkamisnýtslu. Børnini eru ein stórur bólkur, ein ósjónligur bólkur, sum ikki er lættur at hjálpa. Foreldur, sum hava rúsdrekkatrupulleikar, nokta mangan at hava ein slíkan trupulleika, og duga tískil ikki at síggja, at børnini misfarast av teirra misnýtslu. Børn yngri enn 18 ár skulu hava foreldranna samtykki, um tey skulu hava hjálp frá serkønum, og tað í sjálvum sær ger, at tey mangan ikki fáa hjálp, hóast tey biðja um tað.
- Børn hava vent sær til lærarar og biðið um hjálp, men uttan samtykki frá foreldrum kann skúlin ella nakar annar einki gera, hóast tey heldur enn fegin vilja, sigur Erna S. Hákonardóttir, alkohol- og familjuráðgevi.
Flestu børn, Erna S. Hákonardóttir hevur tosað við sum ráðgevi, hava sagt, at tey hava biðið foreldur síni hildið uppat við at drekka.
- Børnini hava tað ikki gott, og vísa løgnan atburð. Tey siga, at tey kenna seg einsamøll, og at tey eru bangin fyri at búgva í familjuni. Í skúlanum og millum vinir føla tey seg uttanfyri. Eisini føla tey, at tey skína burtur úr, tá ið tey ikki eru saman við familjuni. Tey halda, at tað er teirra uppgáva at ansa eftir mammuni og systkjunum. Eisini føla tey, at eingin útvegur er, at tey eru fangað í familjuni, og at ríma heimanifrá er einasti møguleiki, men tað tora tey ikki at gera álvara av tí, tí so er eingin at taka sær av familjuni. Nøkur børn siga seg hava umhugsað sjálvmorð.
- Í heimum, har harðskapur er eisini, eru børnini ógvuliga illa fyri. Hava børnini eina ommu ella abba í nánd, sum tey kunnu fara til, eru tey betur fyri.
- Sum oftast eru børnini sera búgvin eftir aldri, ring at koma í samband við og tætt at, nøkur eru harðlig meðan onnur fara inn í seg sjálv. Mátarnir at yvirliva eru nógvir og ymiskir. Misbrúkið ger familjurnar einsamallar. Foreldur síggja ikki, hvat misbrúkið ger við børnini, tey eru ikki tilvitað um støðuna, tí sansirnir eru doyvdir. Eingin sigur, at foreldur sum halda uppat at drekka gerast góð foreldur. Foreldraførleikin er alt eftir, hvat tey sjálv hava fingið frá sínum foreldrum, sigur Erna S. Hákonardóttir.
Oyðiløgd av samstarvi
Í skúlunum í Føroyum sita børn, sum ikki klára at fylgja við, tí tey stúra fyri, hvussu tað verður at koma heim eftir skúlatíð.
- Tey stúra fyri, um mamman ella pápin fara at drekka, tá ið tey koma heim úr arbeiði. Børn, sum hava verið fyri stórari vansorgan, eru komin til mín sum 15-16 ára gomul og kært sína neyð, tí eingin hjálpti teimum hóast fólk vistu, at foreldrini drukku. Hesi børn taka ikki vinir heim og siga ikki nakra staðni frá, hvussu tey hava tað heima. Tey eru trúgv og hava samstarvað hóast tey eru oyðiløgd av tí.
Ikki so sjáldan koma systkin til ráðgeving hjá Ernu S. Hákonardóttir.
- Eldri systkin taka yngri systkin við. Her sita tey og gráta, tí tey hava roynt alt fyri at fáa foreldrini at halda uppat at drekka. Tey stúra, skammast og eru ótrygg og leggja lok á sínar kenslur.
Hvussu væl ráðgeving og viðgerð til hesi muna, er ringt at máta ella meta um.
- Eg kann bjóða børnum úr rúsdrekkaheimum, at eg lurti eftir teimum, og sigi teimum, at tað tey føla og uppliva er rætt. Mangan ivast tey í, um tey hava loyvi til at føla sum tey føla. Tey eru vreið, vilja sleppa av við vreiðina, kenna seg avvíst, tí rúsdrekka er tikið fram um tey, og vit kunnu koma inn á ymisk evni, sum kunnu styrkja tey. Eisini er umráðandi at siga teimum, at hóast foreldrini eru vorðin sjúk av rúsdrekka, merkir tað ikki tað sama sum, at foreldrini ikki elska tey. Tað snýr seg um at hjálpa barnið yvir forðingar.
- Børn yngri enn seks ár venda øllum ímóti sær sjálvum og halda, at alt er teirra skyld. Børn hjá misnýtarum halda fram at halda, at alt er teirra skyld upp ígjøgnum uppvøksturin. Yngri børn spyrja meg, um tey eisini verða alkoholikarar, tá ið tey verða stór. Tannáringar, sum hava verið hjá mær, eru so illa fyri av tí, at tey hava samstarvað við foreldrini yvir evni, at tey sjálv fella í misbrúk. Eru børn leingi í heimum við rúsdrekkatrupulleikum, eru sannlíkindini fyri, at onkur teirra verður sálarliga sjúkur, og onnur fara úr í lívið, sum ikki eru nóg sterk at siga frá, ógvuliga stór, sigur Erna S. Hákonardóttir.
Granskingin sigur, at sannlíkindini fyri, at børn hjá misnýtarum sjálv fella í misbrúk, eru stór. Tí eru fyribyrgingartiltøk á skúlum aðrastaðni vanlig.
- Í Íslandi verður størsta arbeiðið innan rúsdrekkaviðgerð gjørt uttan fyri viðgerðarstovnarnar, tað vil siga millum tey, sum eru rakt, tí ein næstringur er misnýtari. Fyribyrgingararbeiðið verður eisini nógv hægri raðfest har enn her.
Flestu teirra, ið leita til Ernu S. Hákonardóttir eftir ráðgeving, eru størri børn, ung og vaksin, hvørs uppvøkstur er merktur av misnýtslu.
- Vit vita, hvat hendir við børnunum í dag, sum eru vaksin upp í heimum, har misbrúk er, og hvat tey eru noydd at gera fyri at yvirliva, uttan mun til um talan er um heilivág, rúsdrekka ella rúsevni.