Biðja um grið

Tá pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, var í Bruxelles í gjár, fekk hann eina áheitan frá fleiri ES-tinglimum um at ógilda deyðadómin ímóti bretska ríkisborgaranum Mirza Tahir Hussain, sum er dømdur til deyða í Pakistan.

Tann 36 ára gamli Mirza Tahir Hussain varð dømdur til deyða fyri at hava myrt ein hýruvognaførara fyri 18 árum síðani. Upprunaliga skuldi hann takast av døgum í juni, men eftir áheitan frá bretsku myndugleikunum er avrættingin útsett til í oktober.

Tann islamska sharia-lógin sigur, at drápsmenn kunnu fáa grið, um avvarandi hjá tí myrda góðtaka at geva drápsmanninum grið aftur fyri pengar, men higartil hava tey avvarandi hjá hýruvognsføraranum sýtt fyri at brúka tann møguleikan í lógini.

Mirza Tahir Hussain, sum er ættaður í enska býnum Leeds, bleiv tikin í Rawalpindi í Pakistan í 1988 og ákærdur fyri morð. Hann bleiv dømdur til deyða, men seinni fríkendur í hægstarætti. Men tann úrskurðurin bleiv ógildaður í einum islamskum dómstóli tvey ár seinni.