Tað er P/F Handilskjarnin við Hans Waag og Hilbert Dam, sum eigur og rekur handlarnar í Handilskjarnanum.
Bianco Footwear handlarnir eru seinastu árini vorðnir ein partur av býarmyndini í nógvum evropeiskum býum og hava størsta vøksturin á sínum øki í Europa.
Bianco Footwear er í veghæddini á Handilskjarnanum. Gólvvíddin er 100 fermetar umframt goymsluna, og leiðari í handlinum er Oddny Clementsen.
Tað var í november í fjør at Hans Waag og Hilbert Dam keyptu handlarnar í Handilskjarnanum. Stjóri í Handilskjarnanum er Hans Waag.