Klokkan 06.38 í morgun varð ein grind funnin í Sundalagnum, ímillum Hósvík og Breiðá.
Bátarnir, sum komu til hana, róku hana ímóti Hvalvík.
Løgreglan heldur, at talan er um somu grind, sum fólk sóu eystanfyri Nólsoynna.
Men tá kom myrkur á og í samráð ímillum grindaformenn og sýslumannin, varð avrátt at lata hana fara, tí tað var so myrkt
Á Løgreglustøðini verður sagt, at teir liggja uttanfyri Hvalvík við grindini, men har goyma teir hana, tí enn er ov lítið fólk komið oman á sandin at halda henni til.
So í løtuni verður roynt at savna nóg mikið at grindamonnum saman at fáa lívið av grindini
Grindin er ikki stór, mett verður at hon er onkustaðni ímillum 50 og 100 hvalir.