Bíða eftir svartkjafti á Trongisvágsfirði

Eftir nøkrum vikum við lítlari skipaferðslu kom brádliga vend í á Tvøroyri hósmorgunin.

- Eftir nøkrum vikum, har ferðslan á havnarlagnum hevur verið heldur lítil, kom brádliga vend í hósmorgunin. Ikki færri enn trý stór, íslendsk uppsjóvarskip stevndu inn eftir Trongisvágsfirði.

 

Tað veit Tvøroyrar kommuna at siga. Chris Jan Michelsen, ið starvast hjá Tvøroyrar havn, sigur við heimasíðuni hjá kommununi, at skipini eru komin inn at bíða eftir betri svartkjaftafiskiskapi.

 

- Eins og í fjør, tá fimm skip lógu og bíðaðu á fjørðinum, er svartkjafturin ov spjaddur í løtuni til at vert er at fara eftir honum.

 

Hann vísir á, at í fjør varð lagt til brots tann 14. apríl, men óvist er sjálvandi, um tað verður júst sami dagur í ár. Tó er tað ikki óhugsandi.

 

- Íslendarar hava samband við onnur skip kring oyggjarnar og verður frætt, at fiskurin hevur savnað seg - ja, so halda skipini avstað beinanvegin.

 

Chris Jan Michelsen sigur, at skipini, sum eru komin inn á Trongisvág at bíða, eru Vilhelm Thorsteinsson (79 m.), Beitir (76 m.) - og so tann størsti, sum er Børkur, ið er 81 metrar langur.