USA kann í evsta føri enda í einum »veruligum kríggi við kúlum« móti øðrum stórveldi, um landið verður fyri einum serliga skaðandi telduálopi.
Tað segði Joe Biden forseti í gjár í eini røðu í sambandi við eina vitjan hjá amerikansku fregnartænastuni.
Teldutrygdin er seinastu mánaðirnar komin ovast á skránna hjá umsitingini hjá Biden, eftir at USA er rakt av fleiri stórum telduálopum.
Og viðmerkingin hjá forsetanum leggur dent á, hvat stjórnin í Washington D. C. heldur vera eina vaksandi hóttan frá Russlandi og Kina.
Telduálopini hava enn tá ávirka veitingar av brennievni og matvørum í pørtum av USA, og tey kunnu í ringasta føri fáa enn álvarsamari avleiðingar.
– Eg haldi, at tað er meira enn sannlíkt, at um vit enda í einum veruligum kríggi við kúlum ímóti einum stórfeldi, so verður tað sum úrslit av einum telduálopið við umfatandi avleiðingum, segði Biden í røðu síni.
/ritzau/Reuters