Biden eftir ríkisrætt: Ein áminning um veika fólkaræðið

Amerikanski forsetin, Joe Biden, heldur ongan iva vera um, at Donald Trump hevði ábyrgdina av ófriðinum í Kongressini

 

Fyrrverandi forsetin, Donald Trump, varð í gjár fríkendur í øðrum ríkisrættarmálinum.

Men sambært eftirmanni hansara Joe Biden er eingin ivi um, at Trump hevði ábyrgdina í sambandi við ófriðin 6. januar, tá viðhaldsfólk hjá forsetanum brutu inn í Kongressina, sum hevði við sær, at fimm fólk doyðu.

Joe Biden festir seg soleiðis, eins og nógvir aðrir demokratar, við, at 57 senatatorar – harav sjey republikanarar – atkvøddu fyri at døma Donald Trump í ríkisrættarmálinum.

– Sjálvt um endaliga atkvøðugreiðslan ikki førdi til dóm, er eingin ivi um substansin í ákæruni, sigur Joe Biden.

– Sjálvt tey, sum vóru ímóti einum dómi – sum minnilutaleiðarin í Senatinum, Mitch McConnell – halda, at Donald Trump var sekur í at »hava svikið sínar skyldur« og er »praktiskt og moralskt sekur í at hava framprovokerað« harðskapin við Kongressina.

Harvið vísir Joe Biden til tær viðmerkingar, sum McConnell hevur havt í kjalarvørrinum av, at Trump varð fríkendur.

Minnilutaleiðarin hevur sum orsøk fyri at fríkenna Trump ein teknikalitet – at tað sambært honum ikki er gjørligt at døma ein forseta, sum er farin frá.

Biden heldur fram í boðunum við at siga, at hann hugsar um tey, sum stóðu á varðhaldi við Kongressina í januar.

– Hetta syndarliga brotið úr søgu okkara hevur mint okkum á, at fólkaræðið er skroypiligt. At tað altíð má verjast. At vit altíð mugu vera árvakin. At harðskapur og ekstremisma ikki eigur at vera í USA, stendur í boðunum frá Biden, sum hetta vikuskiftið hevur verið í Camp David, ið er summarhúsið hjá amerikanska forsetanum í Maryland.

– Vit hava øll ábyrgd sum amerikanarar, og serliga sum leiðarar, fyri at verja sannleikan og stríðast ímóti lygnum.

Donald Trump hevur sjálvur kallað málið enn ein lið í »størstu heksajagstran í landsins søgu«.

Demokratarnir, sum høvdu sett Trump fyri ríkisrætt fyri aðru ferð í eitt ár, tørvaðu í minsta lagi 17 atkvøður frá republikanarunum fyri at døma hann.

Trump varð ákærdur fyri at hava elvt til uppreistur í sambandi við álopið á Kongressina 6. januar.

/ritzau/