Biden er opin fyri friðarsamrøðu við Putin

- Eg hevði viljað hoyrt, hvørjar tankar russiski forsetin hevur, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er hugaður at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin, um forsetin veruliga ynskir at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

- Eg eri til reiðar at tosa við Putin, um hann er heilhugaður at finna eina loysn, men tað havi eg einki sæð til enn, segði Joe Biden í dag.

 

Amerikanski forsetin segði, at hann hevði glett seg at sett seg niður saman við Vladimir Putin, eftir at hann fyrst hevur tosað við sínar sameindu í Nato.

 

Hann sigur, at hann hevði viljað hoyrt, hvørjar tankar russiski forsetin hevur. - Men, eitt slíkt ynski er Vladimir Putin ikki komin við enn, legði forsetin aftrat.

 

Joe Biden segði hetta á einum tíðindafundi, hann helt saman við franska forsetanum, Emmanuel Macron, tá hesin vitjaði í Washington.

 

Tað eru tíðindastovurnar, NTB og AFP, sum bera hesi tíðindi í kvøld.