Forsetin í USA, Joe Biden, fyllir 81 ár í dag.
Dagin brúkar hann illum annað til siðbundnu eiranina av eini kalkun í sambandi við Thangsgiving hátíðina.
Men tað er eingin orsøk at vænta, at Biden fer at brúka høvi at tosa hart um høga aldur sín.
Føðingardagurin fer helst at fáa fólk at tosa um, at demokraturin Joe Biden er tann elsti forsetin í USA nakrantíð, og at hann, um hann vinur forsetavalið næsta ár, verður 86 ár, tá forsetaskeiðið endar.
Biden skemtar av og á við aldrinum, meðan ráðgevarar hansara vísa á eina tættpakkaða skrá, sum yngru fólk neyvan høvdu klárað betri enn hann.
Meiningakanningar vísa tó ferð eftir ferð, at aldurin hjá forsetanum er størsta stúranin fyri amerikonsku veljararnar.
Og tað verður bara tosað meira um tað, tá forsetin sigur okkurt skeivt ella missir fótafestið á trappunum til forsetaflogfarið Air Force One ella tá hann vrøvlar á tíðindafundi.
Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, hevur seinastu tíðina eisini havt sínar bummarar, men tað er ikki sama stúran um aldur hansara, sjálvt um hann er 77 ár.
Biden »ger ikki nóg skeivt«, men stríðist við at broyta fatanina av aldri sínum, sigur David Karol, sum undirvísir í stjórnarskipan og politikki á University of Maryland.
– Hann er til reiðar, men fólk hava bara hesa fatanina, sigur hann.
74 prosent siga í meiningakanning hjá ABS og Washington Post, at Biden er ov gamal til eitt nýtt forsetaskeið. 50 prosent halda tað sama um Donald Trump.
Í eini meiningakanning hja Yahoo og YouGov siga 54 prosent, at biden ikki longur hevur »evnini at hava starvið sum forseti«. Undan valinum í 2020 var talið 41 prosent.
S. Jay Olshansky, sum granskar í drúgvari livitíð á University of Chicago, sigur, at aldur sum so verður brúktur órættvíst í amerikonskum politikki.
– Aldur er ikki, tað sum tað einaferð var, sigur Olshansky.
– Tað eru ógvuliga stórir partar av fólkinum, sum livir í minst minst átta áratíggju og eru før fyri at vera forseti, ella havt tey nú hava hug til.
Biden – og Trump fyri tað – eru sannlíkt sonevndir Super-Agers. Tað er eitt hugtak, sum lýsir ein lítlan bólk av fólkum, sum varðveita øll síni evni til sera seint í lívinum, sigur Olshansky.
/ritzau/