Tey 22,5 árini í fongsul til fyrrverandi løgreglumannin Derek Chavin fyri morðið á óvápnaða, svarta amerikanarar George Floyd í fjør eru »hóskandi«.
Tað sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, eftir at revsinsin varð ásett í gjár í Minneapolis í statinum Minnesota.
– Eg kenni ikki allar umstøðurnar, men fyri mær tykist tað at vera hóskandi, segði Joe Biden um fongsulsrevsingina sambært tíðindastovuni AFP.
Tann 45 ára gamli Derek Chavin varð í apríl kendur sekur í at hava dripið Goerge Floyd.
Við ein dómstól í Hennepin County í Minneapolis í gjár gjørdi dómarin Peter Cahill av at revsa hann við 22,5 ára fongsling.
Tað var tann 25. mai í fjør, at tann 46 ára gamli George Floyd doyði, tá Derek Chavin trýsti knæið niður á hálsin hjá George Floyd í meira enn níggju minuttir undir eini handtøku á opnari gøtu í Minneapolis.
Á eitt ára degnum fyri drápið hitti Joe Biden familjuna hjá Floyd í Washington D. C.
Eisini Kamala Harris, sum er fyrsti svarti varaforseti í USA, var við á fundinum, sum varð hildin handan stongdar dyr í Hvítu Húsunum.
– Tað er eitt ár síðani, at George Floyd doyði. Hesa tíðina hevur familjan hjá George víst sera stórt dirvi. Dómurin í síðsta mánaði var eitt stig á vegnum ímóti rættvísi. Men vit kunnu ikki steðga her.
– Vit standa við eitt vegamót. Vit eru noydd at gera nakað, skrivaði Biden á Twitter eftir at hava hitt familjuna hjá George Floyd á eitt ára degnum.
Joe Biden virkar fyri at fáa samtykt eitt lógaruppskot um eina løgreglunýskipan, sum verður nevnd eftir George Floyd.
Fyrst í mars góðkendi Umboðsmannatingið uppskotið um eina umfatandi nýskipan, sum millum annað skal banna hálstaki og rasuprofilering.
Men tað kann gerast trupult hjá demokratisku umsitingini hjá Joe Biden at fáa framt nýskipanina. Tí meðan Demokratarnir hava meirilutan í Umboðsmannatinginum, so tørvar flokkinum stuðul frá Republikanarunum í Senatinum.
Tað skulu 60 atkvøður til í Senatinum fyri at samtykkja nýskipanina. Í dag er býtið 50 50 millum replikanararar og demokratar.
/ritzau/