Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at hann hevur givið Ukraina vissu fyri, at kongressin fer at góðkenna framhaldandi stuðul til krígsherjaða landið.
- Eg snakkaði við Zelenskyj seinnapartin í gjár og læt hann vita, at eg eri vísur í, at vit fara at fáa teir pengarnar, sum Ukraina skal hava.
Tað segði amerikanski forsetin við tíðindafólk eftir eina kirkjuvitjan í Delaware í gjár.
Joe Biden legði aftrat, at uttan amerikanska stuðulin kann Ukraina fara at missa størri landaøkir til Russland.
- Um tey fólkavaldu í USA ikki góðkenna størri hernaðarhjálp til Ukraina, verður tað absurd og óetiskt, sum forsetin málbar seg.
Hann segði seg fara at stríðast fyri at veita Ukraina ta hernaðarhjálp, sum landinum tørvar.
Seinasti stuðulspakkin til Ukraina er steðgaður upp í kongressini, tí undirtøkan millum republikanararnar hevur verið minkandi.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber tíðindini um samrøðuna millum forsetarnar í USA og Ukraina seinnapartin í gjár.