info
Ongi úrslit

Biðimansfyritøkan Sólsetur veitt tænastur í 10 ár 

- Fólk eru altíð vælkomin at spyrja um okkara tænastur og vegleiðing, og vit svara allar dagar í árinum, siga Lív og Hans Clementsen. 

Vilmund Jacobsen
2. februar 2023 kl. 11:39

Tíggju ár eru liðin, síðan Biðimansfyritøkan Sólsetur sá dagsins ljós. Fyritøkan varð sett á stovn hin 16. januar í 2013.

Tað eru Lív og Hans Clementsen, sum eiga og reka fyritøkuna, ið hevur ment seg nógv hesi árini.

Fyritøkan er vaksin og hevur í dag um helvtina av søluni av líkkistum í Føroyum. Úrvalið er blivið breiðari, ymiskar støddir eru - heilt frá lítlum til eyka stórar líkkistur. 

Umframt hvítar eru tær eisini úr valnød og bambus á goymslu: Bambuskistan er kend fyri at vera ein av mest umhvørvisvinarligu, sum eru á marknaðinum.

Tað eru fleiri praktisk viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss, áðrenn ein jarðarferð kann fara fram.

Tað er her, at Sólsetur kann koma inn við sínum tænastum og vegleiðing til tey avvarðandi, soleiðis at tey kunna fáa hjálp við øllum teimum avgerðum, sum skula takast í samband við jarðarferðina. 

- Nú fyritøkan hevur tíggju ár á baki, er tað ein staðfesting, at tørvur er á okkum kring um í landinum og við teimum tænastum, vit bjóða fram. Ein av endamálsorðringunum í fyritøkuni er “virðiligur skilnaður er vakurt minni”, og hetta er altíð tað, ið vit hugsa um, tá vit eru til arbeiðis. 

- Fólk eru altíð vælkomin at spyrja um okkara tænastur og vegleiðing, og vit svara allar dagar í árinum. Tað var málið frá byrjan, at Sólsetur skuldi vera ein fyritøka, ið veitir tænastu til øll, sum hava brúk fyri okkum, siga Lív og Hans Clementsen frá Sólsetur.     

Les meira um tænasturnar á www.solsetur.fo

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

1 minuttur síðan
Lesarabrøv

Rotin politikkur – ella eru vit veljarar sjálvir ein partur av trupulleikanum?

8 minuttir síðan
Tíðindi

Ritsalong í Gallarí Havnará - »Heystið og æviga ringrásin«

16 minuttir síðan
Tíðindi

Vil banna børnum at keypa orkudrykkir

36 minuttir síðan
Lesarabrøv

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

36 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tað skal loysa seg at hava samband við arbeiðsmarknaðin!

39 minuttir síðan
Tíðindi

Felags lønar­karm­ur­in verð­ur 3,86 prosent

1 tími síðan
Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

1 tími síðan
Tíðindi

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

2 tímar síðan
Tíðindi

Meira NATO kring Før­oy­ar: Ís­land og Kan­ada styrkja tryd­ar­sam­starvið

3 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ skal hava nýggjan venjara

3 tímar síðan
Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

3 tímar síðan