Biedermeier Trio & Vinir hava konsert

Konsert við klassiskum kamartónleiki verður hjá Østrøm í Havn leygardagin klokkan 16.

Hesaferð fer Biedermeier Trio, sum eru Katja Volovelskaja (floyta), Nikolaos Kapnas (violin) og Bo Isholm(gittar), at hava tríggjar gestatónleikarar við. Hesi eru Martin Mouritsen (klarinett), Jens Christian Guttesen (sello) umframt Ragnar Olsen (gittar).

Spældur verður klassiskur tónleikur við ymiskum ljóðførissamansetingum, og á skránni verður italskur tónleikur úr 1800 - talinum, og hettar er tónleikurin, sum Biedermeier Trio serliga hevur lagt seg eftir at spæla. Her eru tónaskøldini tey kendu operatónaskøldini Gioacchino Rossini og Vincenzo Bellini , gittarvirtuosurin Ferdinando Carulli og næmingur hansara Filippo Gragnani.