Í annaðkvøld, týskvøldið, verður konsert í Miðlahúsinum við tveimum føroyskum orkestrum. Talan er um Skansa Big bandið og Tórshavnar Stórband, vanliga nevnt Stórbandittarnir. Orkestrini hoyra til tónleikaumhvørvið hjá Tórshavnar Musikkskúla, og eru tey eftirhondini væl kend um alt landið.
Skansa Big Band er yngra orkestrið, har evnaríkir spælarar sleppa at royna seg. Orkestrið hevur ferðast nógv, bæði í Føroyum og aðrastaðni.
Serliga Stórbandittarnir hava víst, hvat ið tey vilja. Orkestrið skipaði fyri á leið trimum árum síðani fyri einari ógvuliga væleydnaðari verkkapping, sum samstundis var tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Orkestrið hevur luttikið á Asfalt tvey ár á rað, samstundis sum tað hevur luttikið í tí stóru evropeisku jólakonsertini, ið var send til yvir 15 mio. fólk seinasta ár. Sostatt er orkestrið tann føroyski bólkurin, sum hevur spælt fyri flest fólkum. Gjøgnum tíðina hevur orkestrið eisini fostrað fleiri ungar og sera dugnaligar tónleikarar, sum í dag gera seg galdandi bæði í og uttanfyri Føroyum. Orkestrið ætlar sær til Íslands og Grønlands komandi ár.
Til konsertina týskvøldið verður songfuglurin Anna Katrina Petersen solistur. Hon luttók við orkestrinum á sera væleydnaðu konsertini á Asfalt, og hevur síðani verið solistur til fleiri høvi. Ólavur Olsen, Eirikur Skála og Heðin Z. Davidsen eru dagligir leiðarar. Konsertin byrjar kl. 19.30 og kostnaðurin er 50 kr. fyri vaksin og ókeypis fyri børn.