Klaksvík:
Annar bilurin kom uttanífrá og heimeftir Selheygsgøtu og skuldi oman eftir Kirkjubrekkuni. Hin kom eftir Vágsheygsgøtu og skuldi beint fram.
Bilurin, sum koyrdi eftir Vágsheygsgøtu hevði víkiskyldu, men av eini ella aðrari orsøk helt hann ikki av, og tí rendi hin bilurin beint á hann.
Tað verður sak burtur úr hesum, og tá verður so nágreiniliga kannað og funnið út av, hvat hendi.
Men vakthavandi á politistøðini í Klaksvík sigur, at tað er nógv, sum týðir upp á, at bilurin, sum skuldi oman gjøgnum Kirkjubrekkuna ikki blinkaði, og tískil kann tað vera, at hin bilførarin helt, at hann skuldi beint fram. Og tí ikki helt av. Um so var, so kann tað verða, at bilførarin, sum hevði víkiskyldu, men ikki steðgaði, sleppur fríur. Tí hin bilførarin ikki gjørdi tekin um, at hann skuldi omaneftir.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt ferðsluóhapp hendir á hesum staðnum. Hetta var aðru ferð innan fyri heilt stutta tíð. Vakthavandi sigur, at tað kemur alt ov ofta fyri, at bilar, sum skulu omaneftir Kirkju brekkuni ikki blinka, og tá er vandi á ferð.