Bilar í hópatali missa pláturnar

Løgreglan kring landið er nú farið runt við saksinum og er farin at klippa nummarpláturnar av bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt.

Talan er um vegskatt fyri seinna hálvár í ár.

Akstovan hevur sent løgregluni kring landið ein lista við 483 nøvnum á yvir bileigarar, sum ikki enn hava goldið vegskattin fyri seinna hálvár í ár.

Og seinastu dagarnar hevur løgreglan havt saksin liggjandi í bilinum.

Eisini í Eystyuroy missa fleiri bilar pláturnar. Løgreglan í Eysturoy sigur, at hon hevur ein lista við 130 bilum á, sum eiga at missa pláturnar og í gjárkvøldið mistu eini 12-15 bilar pláturnar.

Annars verða pláturnar tiknar, so hvørt, løgreglan kemur fram á bilarnar. Og er løgreglan komin á gátt er bara ein møguleiki at sleppa undan at missa pláturnar og tað er at hava eina kvittan fyri vegskattin at vísa fram

Tað er dýrt at missa pláturnar,tí umframt vegskattin, kostar tað nakrar hundrað krónur at fáa nýggjar plátur.