Tveir bilar fóru í knús í Nólsoyarpállsgøtu í Klaksvík leygardagin, tá ein bilur rendi frontalt inn í síðuna á einum øðrum.
Annar bilurin kom bakkandi út í Nólsoyarpállsgøtu, men legði ikki til merkis, at ein hin kom koyrandi norðanífrá. Bilurin, sum kom koyrandi suður gjøgnum gøtuna, rendi í síðuna á tí, sum bakkaði út.
Báðir bilarnir fóru í knús, men eingin fólkaskaði hendi. Annar av førarunum varð lagdur inn á Klaksvíkar Sjúkrahús til eftirlit fyri heilaskjálvta, men varð skjótt útskrivaður.