Bilar á Quiztinum

Í spurnarkappingini hjá Gunnari Nolsøe “á Quiztinum” í útvarpinum leygarkvøldið 9. november, vóru fleiri av spurningunum í samband við bilar og ferðslu.


Luttakarar vóru eisini fólk sum hava við bilar og ferðslu at gera. Jón Kragesteen, leiðari á  Ferðslutrygd, og Sofus Hansen, bilbyggjari, kappaðust móti Janusi Haraldsen, blaðmanni á Dimmalætting, og Magnusi Gunnarsson, blaðmanni á Sosialinum, sum báðir skriva um bilar.
 
Úrslitið varð 16-18. Blaðmenninir á Dimmu og Sosialinum vunnu við tveimum stigum.