Tað sá eitt sindur óskyldugt út, tá tú á veg út eftir Skálafjørðinum nærkaðist blómuhandlinum Orkis á Glyvum stutt fyri klokkan 18 seinnapartin mikudagin.
Einir tríggir bilar stóðu enda í enda fram við gongubreytini, og hurðar á aftasta bilinum stóðu opnar, og fólk gingu inn og út úr bilinum.
Tá tú komst út til bilarnar, sást tú skjótt, at her var okkurt á vási. At síggja til, hevði samanstoytur verið, og onkrir av bilunum høvdu fingið ávísar materiellar skaðar.
Viðhefta mynd er tikin beint eftir hendingina við blómuhandilin Orkis á Glyvrum seint mikudagin, tá bilarnir høvdu borið við hvønn annan.