Bilarnir í “Kringvarpsgarasjuni”:

Bilarnir, sum vórðu umrøddir í úrvarpssendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya mikudagin 2. mai, vóru Peugeot 107 og Honda CR-V

 

Í útvarpssendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya mikudagin vóru tveir bilar umrøddir. Talan var um minibilin Peugeot 107 og Honda CR-V, ið er ein 5-persóna SUV.

 

Peugeot 107 er ein lítil økonomiskur bilur, ið verður gjørdur á eini verksmiðju í Kekkia saman við Toyota Aygo og Citroën C1. Bilarnir eru eins, men teir hava hvør sín identitet við egnu búmerkjum og sereyðkennum.

 

Talan er um væl egnaðar økonomiskar býbilar, sum fáast við bæði 3 og 5 hurðum.

Bilurin, ið varð royndarkoyrdur, var ein Peugeot 107 Trendy 5/h við 1.0 litra 3 syl. bensinmotori við 68 hk og koyrir heilar 21,7 km/l í meðal. Tann bilurin kostar kr. 124.000. Peugeot 107 fæst eisini við 1,4 litra (4 syl.) dieselmotori við 54 hk og koyrir 24,4 km/l. So talan er um ein rættuliga økonomiskan bil. Bíligasti Peugeot 107 við trimum hurðum kostar kr. 118.000 hjá Auto Service.

 

Honda CR-V er ein rúmligur 5-persóna SUV (Sport Utility Vehicle). Hesin nýggi er triðja generatión, síðan CR-V fyrstu ferð kom á marknaðin fyri 11 árum síðan. Talan er um ein bil við nútímans designi og innrættingin, sum á flestu nýggju SUV – einfalt, smart og liðiligt. Girstongin situr sera væl fyri í instrumentborðinum, og bilurin er lættur at handfara og koyra.

 

Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, hevði 2,0-litra bensinmotor við 150 hk og kostaði 369.000 hjá Norðbil. CR-V fæst eisini við 2,2 litra dieselmotori við 140 hk.

 

Tað var útvarpsmaðurin Kári Sólstein, sum tosaði við Sofus Hansen, bilbyggjara, og Óla Jákup Rólantsson og Magnus Gunnarsson, sum skriva um bilar í ávikavist Vikublaðnum og Sosialinum.

 

mg.