Bilasølan minkar – men eitt sindur minni í september

Higartil í ár er seldir 1422 nýggir bilar í mun til 1806 bilar sama tíðarskeið í fjør.

Tá Akstovan gjørdi upp hagtølini fyri søluna av nýggjum bilum fyri einum mánaði síðani, varð boðað frá falli upp á 15,5 prosent í søluni av nýggjum bilum. Nú september verður uppgjørdur minkar bilasølan framvegis, men nú við 12 prosentum, altso eitt vet frægari.

Tað eru sum eru man persónbilarnir, sum fylla mest í hagtølunum.

Í september vóru seldir 165 nýggir persónbilar í mun til 151 í september í fjør. Tað er ein framgongd upp á 14. Men fyri alt árið higartil er tó talan um eitt fall í søluni frá 1422 bilum í ár í mun til 1806 sama tíðarskeið í fjør.

Tað er uttan iva koronustøðan, sum merkir bilasøluna. Men at sølan so vaks í septembermánaði kann benda á, at sølan av nýggjum bilum er við at javna seg aftur.

Tað sær eisini ljóst út við søluni av vørubilum. Tí har kann vísast á vøkstur bæði í september mánaði og fyri árið higartil.

##med2##

Í fjør vórðu seldir 325 vørubilar. Í ár eru seldir 365. Tað er ein vøkstur upp á 40 bilar.

Men samlaða sølan av nýggjum bilum er higartil í ár komin upp á 2.195 akfør í mun til 2.494 akfør sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 299 akfør ella 11,99 prosent.