Bilasølur kunnu gjalda út

Taks góðtekur, at mvg av skrásetingargjaldi verður avroknað sum vanligt mvg. Tað merkir samstundis, at Taks góðtekur, at bilasølur endurrinda borgarum fyri ov nógv kravt mvg. Í alt er talan helst um á leið 120 milliónir krónur

Kravdi landið 120 milliónir krónur inn í heimildarloysi í tíðarskeiðnum frá 1. mai 1999 til 28. apríl 2005? Tað er spurningurin, sum leingi hevur verið vendur, og har Taks ikki vil boyggja seg fyri hægsta fyrisitingarliga myndugleika.

Skatta- og avgjaldskærunevndin staðfesti longu á heysti 2006, at tað var ikki heimild at krevja mvg av skrásetingargjaldi á bilum. Ein orðing, sum stóð í lógini í oman fyri nevnda tíðarskeiði. Borgari kravdi á vári 2005 Taks eftir meirvirðisgjaldi, sum hesin metti stovnin hava kravt inn uttan heimild. Og á heysti 2006 gav Skatta- og avgjaldskærunevndin hesum borgara viðhald.

Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur síðani staðfest, at avgerðir hjá nevndini skulu fylgjast, og at hesar avgerðir eiga at liggja sum grund fyri øðrum málum av sama slag, men hesum hevur Taks ikki aktað.

Vísandi til, at Taks var ósamt við nevndini vildi stovnurin í fyrsta umfari als ikki viðgera umsóknir frá borgarum um líknandi mál. Men tá Skatta- og avgjaldskærunevndin í vár staðfesti, at hetta hevði Taks ikki heimild til, varð Taks tvingað at taka onnur mál upp til viðgerð.

Men tað broytti tó ikki nevnivert um niðurstøðurnar hjá Taks. Í fyrsta lagi helt stovnurin fast um, at øll mál av hesum slag eru unik, og at avgerðir í einum máli tí ikki kunnu nýtast sum fordømi í líknandi málum. Hetta hóast málini snúgva seg um neyvt somu lógarviðurskifti.


Svarið frá Taks

Síðani Taks fekk at vita, at málini skuldu viðgerast, eru fleiri svarskriv skrivað, og øll hava tey einsljóðandi aftursvar. Nevnliga at Taks metir hetta vera mál millum bilasølur og -keypara.

Sosialurin hevur tí spurt Taks, um stovnurin góðtekur, at mvg av skrásetingargjaldi verður viðgjørt á sama hátt sum vanligt mvg. Altso at bilasølurnar rinda hetta, fyri síðani at mótrokna hetta, tá mvg-uppgerð verður gjørd fyri hvønn ársfjórðingin.

»Taks metir, at heimild var at uppkrevja mvg av skrásetingargjaldinum í omanfyri nevnda tíðarskeiði, og harvið góðtekur Taks eisini, at hetta sølu-mvg’ið varð avroknað við landskassan.«

Soleiðis ljóðaði svarið, sum vit eftir tvey spurnarumfør fingu frá Taks, og tað merkir, at stovnurin góðtekur, um bilasølur endurrinda keypara mvg av skrásetingargjaldi, og at bilasølurnar síðani avroknað hetta í mvg-uppgerðum sínum.


Fyrningarfreist

Hinvegin er framvegis ikki greitt, um svarið eisini merkir, at allir bilaeigarar kunnu fáa endurrinda ov nógv goldið meirvirðisgjald.

Her vísir Taks støðugt til fyrningarlógina frá 1908, har tað sum meginregla er galdandi, at endurgjaldskrøv fyrnast eftir fimm árum.

Vit hava annars spurt Taks, um tað er so, at virki missir rætt at rætta mvg-uppgerðir, tá hesar eru fimm ár. Um tað ikki eru aðrar umstøður galdandi, tá mistak er framt konsekvent í tíðarskeiði, sum fevnir um meira enn fimm ár. Og um hesi krøv ikki eru fevnd av regluni um, at fimm ára reglan ikki traðkar í gildi, fyrr enn borgari er vorðin varugur við mistakið - altso at fyrningarfreistin ikki byrjar fyrr enn á heysti 2006.

Men hesum hevur Taks ikki vilja svarað. Ikki annað enn, at víst verður til fyrningarlógina.


Mynd: Bilar

Nú er líkt til, at bilasølur kunnu byrja at gjalda tær 120 milliónirnar, sum vórðu kravdar inn sum mvg av skrásetingargjaldi ímillum 1999 og 2005